»Nei, tvætl eg lúgvi alt – samgongan« drepur fólkaræðið

Bæði veljarakanningin og politiski ruðulleikin í løtuni, vátta eina heilt óvanliga støðu í eini parlamentariskari skipan: Andstøðan eigur 100% stuðul á tingi og millum fólk. Ikki minst andstøðan í samgonguni. Øll eru ímóti førda politikkinum, onki kann takast fyri fult – og sambandsafturhaldið vinnur, hóast tað hevur fremstu ábyrgdina av skilinum

Hitti ein tilkomnan mann í vikuni, tá eg var til handils í Keypssamtøkuni. Hann tosaði um politisku støðuna. Nei, hann helt, at her var ongin politikkur yvirhøvur. Samgongan er í fullkomnari upploysn. Skattalættar, ólogligar meirnýtslur og ein vitleysur fíggjarpolitikkur hava kollrent búskapin, segði hann. Ongin fíggjarstýring hevur verið hjá landi og kommunum undir ABC-stýrinum. Alt varð givið út aftur, sum varð spart upp eftir seinastu kreppu og tað, sum vit rindaðu av stóru uttanlandsskuldini – »tá Karsten var í tykkara flokki og sat á kassanum«, sum hann málbar seg. Nú er ein milliard í undirskoti og lagt verður eftir teimum veikastu og pensjónistunum. Upp undir valið tosaðu øll um »bleyt virði«, og núverandi løgmaður sleit fyrru ABC-samgonguna, tí teir kundu ikki liva við, at íløgur vórðu samtyktar fyri millardir í tunlar og vegir. Men nú hava teir samtykt alt tað sama, sum tá varð skírt vera ábyrgdarleyst og meira afturat, meðan teir hava skorið tey bleytu virðini. Og allir skeldast inn á hvør annan í samgonguni, so ongin veit, hvør er í stjórn ella andstøðu. So hann skilti púrt onki av nøkrum.

Men, legði hann so afturat: Kaj Leo hevur klárað seg betur enn eg hevði roknað við! Tað forstandi eg, segði eg. Hvat hevur løgmaður gjørt, sum fær tygum at halda tað? Nei, tað visti hann ikki, um løgmaður hevði gjørt nakað. Men tað sær út til, at fjølmiðlarnar fáa ikki sett hann fastan, og at hann fær tikið frástøðu frá teimum ópopuleru avgerðunum hjá samgonguni – og so sær tað ikki út til, at hann skeldast so illa sum hinir!

Hugsi, at hetta er ein sera rámandi lýsing av støðuni í føroyskum politikki. »Her er bert ruðul og ongin kós, men stúgvandi fult eins og sild í dós«. Ongin veit, hvør er í stjórn og ongin verður settur til ábyrgdar fyri nakað. Øll eru í andstøðu til førda politikkin. Visti tú ikki betur, hevði tú verið sannførdur um, at sambandsmenn og javnaðarmenn vóru í andstøðu, sum teir traðka fram í fjølmiðlunum.

 

Flokkarnir sleppa øllum málum

Javnaðarflokkurin skeldar inn á síni egnu uppskot – og gevur so bara embætisfólki skyldina. Ella siga teir bara: »Nei, tvætl eg lúgvi alt!« Og tað gera teir eisini. Ja, Hans Pauli Strøm hartar Sosialin, sum lýsir støðuna, og Hans Pauli lovar at royna at tosa við teir politikarar, sum hava skapt støðuna og gjørt asosialu uppskotini, ið eru samtykt (!). Men hann hevur sjálvur sitið við borðið og samtykt tey.

Fólkaflokkurin hevur slept øllum hugsanum um føroyska tjóðarbygging og hyggur at, meðan vanlukkuligu úrslitini av teirra skatta- og fíggjarpolitikki, nú geva sambandinum møguleika at binda okkum í danskar skipanir og leggja alla ábyrgd frá sær.

Sambandsflokkurin, sum hevur stjórnað einum fíggjarpolitikki í 4 ár, har onki varð lagt til síðis, ongin skuld niðurgoldin og peningur brendur av í einum alt ov heitum búskapi, sleppur at vera fremsta andstøða, meðan teir enntá hava leiðsluna.

 

Løgmaður stendur ikki til svars fyri nakað

Og løgmaður, ið skal vera politiskur leiðari og sambært lóg hevur ábyrgdina av øllum gerðum landsstýrisins, sleppur eisini at siga »Nei, tvætl eg lúgvi alt. Meinti tað ikki allíkavæl!«

Álopini á veikastu samfelagsbólkarnar eru avráddir av løgmanni, hansara landsstýrisfólki og samgongumonnum. At ongin vinnupolitikkur hevur verið og ein vitleysur búskaparpolitikkur førdur, hevur staðið øllum greitt. Teir hava verið ávaraðir og greið alternativ hava verið løgd fram frá andstøðuni øll hesi árini undir ABC-óskilinum. (Lesið bert øll mótuppskot og viðmerkingar um skattapolitikkin og búskaparpolitikkin hjá ABC síðani 2004, og lesið uppskot og viðmerkingar um sosialu skeiklingarnar og tann sløkta sosiala radaran. Fyri ikki at tala um niðurbrædda mentanarpolitikkin).

Men tá á stendur sleppur løgmaður siga: Jamen, vit vilja ikki skerja vælferðina! Hóast teir júst hava samtykt ein fíggjarkarm við røð av asosialum uppskotum í einum sonevndum »ólavsøkupakka«. Og hava ikki flutt eitt komma í teimum risaíløgum, ið samtyktar eru. Hesum »pakka« reypaðu løgmaður og formenninir í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum av, og fingu stórar yvirskrivtir um. Hóast allar avleiðingar vóru væl og virðiliga lýstar undir tingviðgerðini. Nú sigur løgmaður: Nei, eg meinti tað ikki allíkavæl.

 

Fólkaræðið fánar

Vit hava ikki ráð til slíkt politiskt ráðaloysi í eini støðu, har búskapurin í Føroyum fyrst og fremst dregist við avleiðingarnar av skeivum politikki hjá somu flokkum. Og bert í øðrum lagi dregist við avleiðingunum av altjóða kreppuni, ið tykist sum ein kærkomin undanførsla hjá sitandi samgongu.

Føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til eina støðu, har teir flokkar, sum eru mest ábyrgdarleysir, tykjast fáa politiska vinningin, tí teir vilja prógva, at vit bara mugu fara undir danskar loysnir og umsiting og skulu noyðast at byggja á virðir, ið vit ikki sjálv skapa.

Og føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til, at vit venja okkara ungdóm og fólk við at byggja upp eitt avrit av tí sonevnda »avmarkaða monarkinum«, sum vit kenna úr Danmark, Noreg og Svøríki. Har er jú ásett, at monarkurin er »politiskt ansvarsfri«. Og soleiðis tykist mær løgmansleikluturin í Føroyum at verða vorðin alt meira.

Vit í Tjóðveldi vilja hava frælsi og ábyrgd í Føroyum. Í løtuni hava vit ístaðin eina skipan við ábyrgdarfrælsi fyri tey, ið hava bjóðað seg fram at stjórna landinum.