Neista-verjan á finalukós

Neistakvinnurnar stóðu ímóti stóru skjúttunum hjá Tjaldri, og nú eru tær bláu eitt fult so gott finaluboð sum bæði VB og Tjaldur

Hondbóltur

 

Eftir at tær við sigri á VB hildu fast um sínar vónir fyri at røkka FM-finaluni, styrktu Neistakvinnur sær um møguleikan, tá tær í gjár spældu útidyst móti Tjaldri.

Tvær ferðir hetta kappingarárið hava Neistin og Tjaldur spælt javnleik, men hesa ferð hevði havnarliðið uppskriftina uppá, hvussu Tjaldur skuldi skerjast.

 

Verjan og ferðin

Og í so máta vóru tað serstakliga tveir lutir, sum vóru fullkomuliga avgerandi.

Verjuspælið hjá Neistanum var í løtum av dystinum til reint UG. Skotsterku bakspælararnir hjá Tjaldri fingu ongan tíð frið at stilla kanónirnar, og hóast Adina Petrea framvegis skeyt síni 10 mál í dystinum, so var greitt, at hon mátti nýta nógvar kreftir til hesi málini. Og tá hvørki Adina ella hinar av lyklaspælarunum hjá Tjaldri høvdu orkuna til veruliga at trýsta í 60 minuttir, so gekk sera striltið hjá Tjaldri at halda momentinum í dystinum alla tíðina. Ikki minst, tá Fríða Petersen hevði ein av sínum hampuliga góðu døgum.

Og hartil royndi Neistin eisini alla tíðina at seta nógva ferð á uppgerðina. Høvdu tær minsta møguleikan, so runnu tær kontra, og dentur varð alla tíðina lagdur á, at spælið skuldi setast skjótt ígongd, soleiðis at verjan hjá Tjaldri varð stressað.

 

Kreftirnar rukku ikki

Kanska høvdu Neistavenjararnir lurtað eftir tí, sum Henrik Gerster segði seinasta vikuskiftið, tá hann og Stjørnan høvdu vunnið steypakappingina.

Í øllum førum var avleiðingin av konstant høgu leikferðini so neyvt tann sama hesaferð, sum hon var í finaluni. Fyrsta korterið av dystinum og fyrsta korterið eftir steðgin gekk annars heilt væl hjá Tjaldri, men tá kreftirnir gingu undan, vildi mest sum einki bera til.

Neistin vann soleiðis seinna korterið av fyrra hálvleiki 8-1, og seinna korterið av seinna hálvleiki vunnu gestirnir 8-3. Eitt greitt tekin um, at kropsliga er Tjaldur ikki heilt ført fyri at standa seg ígjøgnum 60 minuttir, um ferðin verður sett upp, og enn hevur liðið ikki ein bonk, sum í nóg stóran mun kann avlasta tær, sum eru inni á vøllinum.

Tann fyrimunin hevði Neistin, sum støðugt skifti nógv út, og sum tí ikki kom í neyð av vantandi orku, tá minuttirnir, ið eftir vóru á talvuni, fóru at fækkast.

 

Finalan bíðar

Stóran part av hondbóltsárinum hevur finaluplássið verið ein spurningur, har Neistin ikki hevur havt tað heilt stóra orðið at siga.

Men í so máta er nú av álvara vent í holuni. Við sigrum á VB og Tjaldri er Neistin nú eitt fult so gott boð, sum nakar annar til sessin. Kravið er tó, at spælararnir nú taka at kalla hvønn dyst sum eina finalu, har vinnarin fer víðari og taparin er úti. Tað kynstrið dugdi Neistin í fjør, og í løtuni tykist liðið hava styrkina til at endurtaka tað kynstrið.

Tjaldur hevur hinvegin sín fyrimun, tí tær hava ein dyst móti Kyndli tilgóðar. Men tað verður í internu uppgerðunum, at toppurin verður avgjørdur, og tað man vera lítið álvuligt hjá Tjaldri at vita, at tær framvegis eiga á at spæla á útivølli móti bæði VB og Neistanum.

 

Fakta

Tjaldur-Neistin 20-23 (8-12)

10 min: 5-3

20 min: 7-8

40 min: 14-14

50 min: 15-17

Málskjúttar

Tjaldur: Adina Petrea 10(4), Annika Thomsen 4, Elinbjørg Hammer 2, Alina Anghel 2, Marinela Patru 2

Neistin: Trine Mayland 6(2), Annika Ljósstein 5, Nicoleta Radu Hansen 4, Tordis Tróndarson 3, Heidi Maria Akselsen 1, Unnu Danielsen 1, Stine Mikkelsen 1, Rakul Augustinussen 1, Elin Stakksund 1

Brotskøst: Tjaldur 4, Neistin 3

Útvísingar: Tjaldur 1, Neistin 6

Dómarar: Krisitan Joensen & Karstin Joensen