Tað var stórur munur á liðunum báðum, sum spældu í høllini á Hálsi sunnudagin. Og munurin kann best sigast á tann hátt, at Neistin hevur størri breidd sammett við StÍF. Á liðnum hjá Neistanum gjørdu tvær 8 mál og ein seks mál. Hjá strandingum var Sóley Mikkelsen einmansherur við átta málum.
Tað er eingin loyna, at tað er runnið nógv vatn í ánna síðani StÌF gjørdist føroyameistari seinast og tað er heldur einki at taka seg aftur í, at Neistin fegin vil hevna
»tapið« av føroyameistaraheitinum í síðsta umfari í fjør. Tað var nú ikki til strandingar at tær taptu, men til kyndlakvinnurnar, men tær hava óivað sett nøsina upp eftir einum meistaraheiti aftur í ár.
Tað var eingin ivi um, at tað var Neistin, sum fór at vinna dystin. Eitt skifti í fyrra hálvleiki var Neistin á odda við seks málum, men StÍF fekk minkað niður í fýra, men so var alt krútið uppbrúkt. Støðan í hálvleikinum var 15-11 til Neistan.
Settu ferð á
Í øðrum hálvleiki setti Neistin ferð á dystin. Fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu neistagenturnar fýra mál, meðan strandakvinnur bert skoraðu ta eina.
Sóley Mikkelsen, sum stórt sæð var einasta vápn hjá strandingum, fekk ikki eins nógv burturúr og í fyrra hálvleiki og tí lá púra stilt hjá teimum.
Hinvegin fekk Heidi Harviken hjá Neistanum ferð á og skoraði fimm mál í seinna hálvleiki.
So illa stóð til hjá strandakvinnum, at tær skoraðu slettis ikki teir seinastu tíggju minuttirnar.
Men soleiðis er tað nú einaferð. Tað gongur ikki altíð eftir vild, og tað verður ein bara noyddur at taka við, hóast tað er keðiligt.
Neistin fremst
Við sigrinum hava Neistakvinnur lagt seg á odda í kappingini við fullum stigatalið ? níggju ? fyri tríggjar dystir. VÍF hevur eisini fult stigatal, men tær hava bert spælt tveir dystir.
Strandingar liggja harafturímóti ógvuliga tætt at niðurflytingarstrikuni, hóast tað eins og hjá monnunum eisini er ov tíðliga at tosa um kreppu enn.