Í eini so at siga tómari høll tryggjaði besta mansliðið hjá Neistanum sær týskvøldið sína víðari ferð í steypakappingini, tá teir vunnu 35-18 á Tjaldrinum.
Tá liðini spældu í landskappingini sunnudagin, vann Neistin við einum máli, men dysturin týskvøldið bleiv ongantíð tað sama, hvat spenningi viðvíkti. Neistamenn løgdu seg á odda 6-0, áðrenn Tjaldrið fekk sítt fyrsta mál, og tann munurin helt sær fram til hálvleik, tá Neistin førdi 15-9.
Í seinna hálvleiki dróg Neistin longur frá, og tá hálvleikurin var komin í helvt, var støðan 25-15 til havnarliðið. Seinastu tíggju minuttirnir skolaðu málini inn, og Neistin vann í síðsta enda 35-18.
Hjá Neistanum var Karl Oddmar Rasmussen besti málskjútti við átta málum. Ári Rouch skeyt sjey og Áki Mørk seks mál.
Nýggi spælandi venjarin hjá Tjaldrinum, Poli Hansen, legði lag á og skeyt sjey mál fyri Tjaldrið. Jens Martin Knudsen fekk fimm mál og Mortan Hansen fýra.
Annars noyddist Jens Martin enn einaferð at takka fyri seg, áðrenn dysturin var liðugt spældur, eftirsum hann fekk sína triðju útvísing, tá góðir fýra minuttir vóru eftir av dystinum.
Neistin-Tjaldur 35-18 (15-9)
Neistin: Karl Oddmar Rasmussen 8, Ári Rouch 7, Áki Mørk 6, Jákup Sverri Kass 5, Finn Mørk 5, Svenning W. Hansen 2, Jógvan Djurhuus 1, Kári Mortensen 1.
Tjaldur: Poli J. Hansen 7, Jens Martin Knudsen 5, Mortan Hansen 4, Dan Lamhauge 1, Arnfinn Langgaard 1.
Áskoðarar: 17