Myndin er tikin í Hetlandi. Hann hevur lagt seg niður í grasið, men eyguni skimast víða, sum var hann seyðamaður ella skipari. Yvir honum er stillstøða og leitandi fjarskygni. Á tí langliga andlitinum, sum sambært Jørgen-Frantz Jacobsen var “fínliga skapað”, sæst eitt ývið yvirskegg, sum helst, um vit líta á sama Jørgen-Frantz, hevur borið á reytt. Hann er í frakka, sum er kneptur upp undir øsið, kanska hesum góða, men dýra frakkanum, hann hevur keypt í Skotlandi, og sum, nevnir hann í brævi til systur sína, dugir í øllum veðri. Øll hansara persónsmenska, krýnd í erva av eini kaskett við túti, bendir á miðvísi, askesu, intellektuelt tamarhald. Ein yrktur persónur, Sherlock Holmes, rennur fram fyri ein. Báðir gittu gátur, tann fyrri brotsmanna og brotsgerða loyndarmál, tann seinni málfrøðinnar óloystu spurningar.
Í 2003 samtyktu hetlendskir og føroyskir myndugleikar at fara undir eitt samstarv, har tjóðirnar góvu burtur av kunnleika og royndum hvør hjá øðrum, og sum skuldi fata um mentan, undirvísing og gransking. Trý ár seinni skipaðu Turið Sigurðardóttir, fyri Fróðskaparsetrið og Brian Smith, frá the Shetland Archives, fyri eini ráðstevnu, sum varð hildin á the North Atlantic Fisheries College í Scalloway. Har hildu granskarar fyrilestrar um evnir, sum øll høvdu samband við ta fjølstrongdu granskingina hjá Jakob Jakobsen. Úrslitið, sum nú er til skjals, vísir, at fyrilestrarnir fataðu um ævisøgu, málfrøði, staðanøvn, fólkaminni og samfelag.
Ævisøgan, eftir Marionnu Debes Dahl, er vælskrivað, hevur ein persónligan dám og byggir á tað slagið av nærsøknum kunnleika, sum spyrst burturúr, tá ein hevur lisið brævasavnið hjá tí lýsta persóninum. Vit fáa ikki lítið at vita, bæði um sjálvt avrikið hjá Jákupi doktara og um gerandislig ting. Yvir skrivingarlagnum er nakað opið og spyrjandi, sum kveikir áhuga. Hvør var hesin persónur? spyr ein seg sjálvan. Sum mongum kunnugt fór Jakob Jakobsen undir at lesa franskt, men broytti so hugsan og fór, eggjaður av íslendinginum Boga Melsted, undir at lesa norrøna málfrøði. Um hetta skrivar Marianna:
Tann eydna tað var fyri okkara føroysku pinkutjóð, at hesin ágrýtni føroyski studenturin ikki valdi nakað so hvønndagsligt (“commonplace”) sum franskt, men valdi norrøna málfrøði, haðani hansara egna mál, føroyskt var ættað.
Hesi orð ljóða sum ein endurtøka av onkrum, sum fyrr hevur verið sagt, kanska fleiri ferðir, og ein hevur hug at mótmæla. Hvør sigur, at franskt var “hvønndagsligt”, og hvør sigur, at hesin gávuríki unglingi, sum Marianna ímyndar sær, kundið verið endaður sum ein “ókendur og týdningslítil lærari” á onkrum donskum studentaskúla. Er tað ikki áhugavert, at hann las tað nýggja og djarva í fronskum bókmentum og týddi sumt av tí til føroyskt? Kundi ein ikki hugsað sær, at tann “franska” leiðin, kanska flættað saman við áhuganum fyri føroyskum, ikki bara hevði givið okkum føringum fleiri týðingar, men eisini veitt høvuðspersóninum eitt lív við breiðari sosialari vídd, og tí eitt sálarliga heilsubetri og longri lív?
Ikki bara í bókmentaligum smakki, men eisini í málvísindum var Jakob Jakobsen skilliga nýbrotsmaður. Vitnisburð um hetta ber hansara ljóðtrúgva stavsetingaruppskot frá 1889. Tvær av ritgerðunum í hesi bók snúgva seg um hetta evni, og tað er ikki lítið áhugavert, at tær umboða øvugt sjónarmið, og at tann seinna vendir sær ímóti tí fyrru. Í síni grein greiðir Hjalmar P. Petersen væl frá tí fonetiska skriftmálinum hjá Jákupi doktara og lýsir til seinast við fáum orðum tað høpisleysa mótuppskotið hjá Jóannesi bónda. Tað undrar ein kortini, tá ein lesur hesa ritgerð, at Hjalmar ikki ger meira burtur úr tí, eisini námsfrøðiliga fatað, frálíku millumloysn, sum fekk navnið broyting, og lesarin fær næstan ta kenslu, at høvundurin er trúgvandi fonetikari.
Júst hetta er fyndin í mótgreinini eftir Michael Schulte, sum, í tí hann vísir til nýggja gransking, førir fram, at umframt ljóðvísindir, eiga m.a. søga, mentan, siðvenja og formlæra eisini at verða tikin við, tá ið tú metir um ella skapar eitt skriftmál. At seta javnaðartekin millum ljóðeind (fonem) og skrifteind (grafem) kann tykjast einfalt og freistandi, men menniskjað er, sum Kant tók til, gjørt úr “vindskum viði” (t.e. ikki bara skilbundið), og tann grafiska myndin, sum goymir í sær skaldsligar og mentanarligar tilsipingar, orðanna ekkó, speglingar og vakurleika, hevur eitt serligt virði.
Remco Knooihuizen tekur í síni grein upp spurningin um, nær tað gamla hetlendska málið Norn doyði og hvørjar orsakirnar vóru til hetta. Evnið er áhugavert, næstan traumatiskt, og er djúpast sæð ein spurningur um tann máldeyða, sum er so áleikandi í dag, og sum, alt meðan heimsins mál, eins og Titanics kúgveygu, eitt fyri og annað eftir hvørva undir vatnskorpuni, og so kámast og slokna, evni fyri alsamt djúpari og ruddiligari gransking.
Hetland og Føroyar hava her leiklutin sum mótsett rollumodell. Høvundurin vísir á, at skotar og bretar í so stórum tali fluttu til Hetlands, at teir um 1600 umboðaðu slakan triðing av fólkinum har. Teir umboðaðu eina breiða sosiala veiftru, vóru prestar, handilsmenn, handverkarar, útróðrarmenn, bøndur. Millum grundirnar til hesa innflyting kann verða nevnt, at so stuttur teinur var frá Skotlandi til Hetlands, og at Hetland hevði handilsfrælsi. Hyggja vit nú at Føroyum, so tykist ein niðurstøða vera, at tann kongaligi einahandilin, sum vit føringar fingu í 1709, og sum vit í stórthundrað ár hava gramt okkum so illa um, hevur verið við til at bjargað okkum málsins festi, varðveitslu og endurreisn.
Mangir aðrir áhugaverdir tekstir eru í hesum savni, eftir m.a. Doreen Waugh, Edit Bugge, Gillian Fellows-Jensen, Kristin Magnussen og Bo Almquist. Marianna nevnir í sínum áðurnevnda ævisøguliga inngangi, at Jákup doktari, tá ið hann savnaði sagnir og ævintýr, skrivaði søgurnar upp “neyvt sum tær vóru fortaldar”. Men tá ið vit lesa greinina eftir Eyðun Andreassen um Beintu-søgnina, sæst, at eftir hesa neyvu uppskriving fóru søgurnar ígjøgnum eina kreativa umforman. Jákup doktari, sigur Eyðun, gav søgnum og ævintýrum ein bókmentaligan klædning, eyðkendan av slíkum hegni og slíkari elegansu, at hann var, ella átti at verið, normskapandi. Men viðgerðin hevði sín prís, og fyri ósigri var, sum skilst av niðurstøðuni hjá Eyðuni, tann vakra sorinskrivaradóttirin Bente Kristina Broberg, kend sum Beinta:
Av tí at myndugleikin hjá tí skrivaða orðinum altíð tykist bera av tí talaða orðinum, er tann eintáttaða útgávan av Beintu-søgnunum, sum Jakobsen evnaði til, endað sum tann sigrandi keldan til kunnleika um Beintu. Tann sanna søgan er um eina vakra unga gentu, sum tvær ferðir var einkja, og sum í sínum triðja hjúnalag fekk ein øran, óútrokniligan og ráðaríkan mann. Kortini, og hóast hon var løgd undir at vera ónd, fylgdi hon honum – sær sjálvari til mikla óeydnu í lívinum – í viðburði og mótburði (“for better or for worse”), til deyðin skilti tey sundur.
Í tí seinastu greinini í bókini, sum er elegant skrivað og hevur komplekst innihald, loftar Leyvoy Joensen við einum hópi av ymiskum tættum, úr málfrøði, søgu, bókmentasøgu, mentanarsøgu og landalæru og vísir á, hvussu lagnan hjá Norn hevur verið brúkt, m.a. sum ávaring og ræðumynd, tá ið Føroyar blivu endurreistar politiskt, tjóðskapar- og málsliga. Hon nemur við ymiskar mótsagnir, eitt nú hetta at búskaparligur framvøkstur og tjóðskaparlig menning ikki altíð eru fylgisveinar.
Leyvoy vísir eisini á, at Jakob Jakobsen, í føroyskari tjóðskaparligari mýtologi, bleiv kreativt umformaður (næstan sum tær søgur, hann sjálvur festi á blað), til hann hóskaði til okkara endurreising. Gloymdur var áhugin fyri franskari naturalismu, kámað minni um hansara upprunaligu stavseting, burturtroðkað á næstan freudskan hátt tað ræðuliga klandrið í Føringafelag árini eftir 1889 – og so varð teppið rullað út, sum ein føroyskur pínslarváttur, maðurin, sum setti Nólsoyarpáll í gylta rammu, kundi trína inn á. Merkilig og eisini hugtakandi er henda søga, minnilig tey kvæðir, sum vórðu yrkt til henda knáa granskara, ið, so tóktist, eins og tann fyrimynd, hann gjørdi æviga, alt ov ungur var fyri hetjudeyða. Mest grípandi í síni bæði bygdasligu og sakralu einfeldi er tann stutta yrkingin eftir Haldane Burgess:
O hvor er nu den danske mand,
der tog paa landet ud.
Slet ingen fulgte hen med ham.
Ingen undtagen Gud.
Tá ið tú lesur hesa áhugaverdu bók, tykist greitt, at so mangir spurningar, her verða viðgjørdir ella dýptir, líka so mangir eru ósvaraðir, teirra millum ikki minst spurningurin um menniskjað og persónsmenskuna Jakob Jakobsen. Eitt nú kunnu vit bera saman tað, at Leyvoy brúkar orðið “mild-mannered” (spakførur) um medferðina hjá Jakob Jakobsen, við tað, sum aðrir hava sagt um hann, menn, sum hava kent hann. J.H.O. Djurhuus sigur, at “J. var eldur”, og Jørgen-Frantz skrivar soleiðis um hann:
Tey, sum kendu hann væl, skiltu, at undir sinniligum yvirflata búði logandi eldur. Á sínum øki var hann ein øðimikil víkingur, ein landtøkumaður, sum læt ongan meinbogan forða sær.
Ævisøguskriving, sum í dag er eitt virt tekstslag, kann, væl handfarin av granskarum við fjøltáttaðari vitan og gávum at skriva, vera ein glæsilig grind til kunnleika um fortíðina. Meðan vit bíða eftir einum dygdarverki um Jakob Jakobsen, menniskjað, granskaran, tíðina, hann virkaði í, kunnu vit royna at gita, hví hann í 1914 var fyri ógvisligari nervasjúku, og hví hann bara livdi stív fýra ár eftir hetta. Kann tað hugsast, at svarið er at finna í gloppinum millum tamarhald og øði, spakføri og logandi innaneld? Sherlock Holmes hevði løtur, tá ið hann læsti seg inni við opiumspípuni og violinini. Kanska trutu Jákupi doktara tey sálarligu smog og teir terapeutisku linnar, sum gera granskarans einsligu, bæði strongu og trongu, tilveru møguliga.
Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes. Edited by Turið Sigurðardóttir and Brian Smith. Shetland Amenity Trust and the University of the Faroe Islands. Lerwick 2010. 225 kr.