Neistin aftur á beint

Við fyrsta sigrinum í fýra dystum helt Neistin fast í oddinum, meðan Kyndil hinvegin er um at missa fótafestið

Neistin-Kyndil 25-22 (12-12):


Eingin ivi er um, at Kyndilsmenn iðraðu seg, tá dysturin móti Neistanum var av leygardagin. Gjøgnum størsta partin av dystinum vóru teir grønu væl við, og leingi líktust teir mest sannlíka boðnum upp á ein vinnara av dystinum.

Tí hóast Neistin fylgdi við allan fyrra hálvleik, so tóktist Kyndil brúka munandi minni orku upp á síni mál, enn Neistin gjørdi.

Um miðjan seinna hálvleik vendist tó. Eina løtu misti Kyndil púrasta takið á dystinum, og so gjørdi Neistin sær dælt. Hóast eisini Neistin hevur havt sínar trupulleikar at dragast við seinastu vikurnar, so vóru teir til reiðar at taka av, nú møguleikin beyðst, og tað var meira, enn Kyndil megnaði.

Seinastu løtuna royndu teir grønu at stríða seg aftur, men tað var ov seint og ov lítið.

Saman við tapinum hjá H71 á Skála bar aigurin hjá Neistanum við sær, at teir nú aftur hava luft niður til næstu liðini. Hjá Kyndli er luftin upp eftir hinveg vorðin dekan ov nógv. Og í verandi løtu er ilt at síggja, at teir aftur í ár skulu verða partur av eini FM-finalu.


Fakta um dystin

Neistin-Kyndil 25-22 (12-12)

10 min: 4-4

20 min: 7-8

40 min: 15-16

50 min: 20-18

Málskjúttar

Neistin: Tróndur Kragesteen 6(1), Carl Herup Olsen 4, Dann Thorleifsson 4, Roar Dalsgarð 4, Blagoje Buha 3, Jugoslav Djumic 2, Ingi Olsen 1, Jón Ludvík 1

Kyndil: Josef Abrahamsen 5, Bárður Johannesen 4, Hanus Johansen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Rani Ellingsgaard 3, Hjalti Jacobsen 2, Ken Zachariassen 1, Janus Einar Sørensen 1

Brotskøst: Neistin 1, Kyndil 3

Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 1

Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen