Neistin best í Havnini

Fyri aðru ferð í ár endaði grannauppgerðin millum bláu og grønu menninar við javnleiki

Í Neistanum høvdu tey neyvan rokna við nøkrum heiðursmerkjastríði á mannfólkasíðuni í ár. Og hóast liðið spruttaði nakað at byrja við, so vóru teir ongan tíð veruliga nær nøkrum heiðursmerkjum.

 

Hinvegin hava teir bláu av og á argað ovaru støddu liðini, og serliga hevur hetta gingið útyvir Kyndil. Og nú fjóðra grannauppgerðin er spæld í vetur, stendur eftir, at tað ikki eydnaðist hjá Kyndli at basa grannunum.

 

Dysturin í kvøld endaði við javnleiki í einum dysti, har Neistin bert tí einu ferðina var á odda - hetta var við støðuni 28-27. Seinasta korterið var munurin bert tí einu ferðina meira enn tað eina málið, og tí var spenningurin alla tíðina til staðar.

 

Besti málskjútti hjá Neistanum var Terji Mørk við sjey málum. Finnur Hansson skeyt átta mál fyri Kyndil.

 

Neistin-Kyndil 29-29 (13-15)