SMS-deildin: VB-Neistin klokkan 15.00 - Høllin í Vági
Ein dystur verður leiktur í SMS-deildini í dag, tá ið VB tekur ímóti Neistanum í Høllini í Vági.
Neistin kemur til Vágs eftir eitt framúr úrslit fyri viku síðani, tá ið tær bláu úr Havn vunnu við sjey málum á H71.
VB leitar framvegis eftir sínum fyrstu stigum, so lítið man vera at ivast í at Neistin skal rópast favorittur.
Hetta er annar dysturin í kappingarárinum at VB og Neistin bresta saman. Fyrru ferð var 21. september í Havn. Tann dystin vann Neistin við níggju málum.
Støðan í SMS-deildini undan dystinum í dag
1 | VÍF | 8 | 227 | 171 | 56 | 14 |
2 | Kyndil | 7 | 184 | 125 | 59 | 10 |
3 | H71 | 7 | 185 | 163 | 22 | 10 |
4 | Neistin | 7 | 174 | 155 | 19 | 8 |
5 | Stjørnan | 8 | 198 | 216 | -18 | 6 |
6 | StÍF | 8 | 169 | 243 | -74 | 4 |
7 | VB | 7 | 156 | 220 | -64 | 0 |
Innanhýsis dystir:
Neistin - VB 28-19 (15-11)
21. sep 2019, Høllin á Hálsi
Málskjúttar Neistans
Ingunn Kristina Persson 7
Fríða á Dunga 6
Rakul Magnussen 5
Birita Ingolvsdóttir 5
Hjørdis Viðstein 1
Barbara Johannesen 1
Sólbjørt Høj 1
Gunnfríð Nólsoy 1
Stina Madsen 1
Málskjúttar VB
Rúna M. Jacobsen 6
Durita K. Hjelm 5
Dajana Komenda 2
Slobodanka Bandobranski 2
Sofía A. Schrøter 1
Rebekka Godtfred 1
Bára K. Mortensen 1