Neistin brúkti nógvar kreftir í fyrra hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Neistanum, Scott Harrington taka samanum 29-40 tapið ímóti VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá neistamonnum, Scott Harrington. Samrøðan var gjørd aftaná Neistin hevði tapt 29-40 (19-21) ímóti VÍF norðuri í Vestmanna í gjárkvøldið.

 

Scott Harrington er nøgdur við, at neistamenn megnaðu at skora 29 mál ímóti VÍF á útivølli, men ásannar samstundis, at hann er alt annað enn nøgdur við verjuspælið, har heili 40 mál fara inn.

 

Neistin megnaði at fylgja væl við í fyrra hálvleiki, men teir brúktu nógvar kreftir í fyrra hálvleiki, og tað byrjaði at merkjast í seinna hálvleiki ásannar Scott Harrington.

 

Scott Harrington vísur á, at hansara lið hevur ein sera ungan miðalaldur uppá bert 21 ár, og eitt ungt lið fer at sveiggja við sínum avrikum. 

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF133953316419
2H71123242665819
3Kyndil143733492417
4KÍF123152952016
5StÍF14387394-710
6Neistin13320343-2310
7Team Klaksvík14292428-1361