Ein av dystunum í fyrsta umfari av Sunset-kappingini hjá kvinnum leygardagin var í millum silvurvinnararnar síðsta kappingarár, Neistan, og uppflytararnar úr Vestmanna. Undan dystinum var eingin ivi um, at Neistin var stórfavorittur at vinna dystin, men í fyrra hálvleiki góvu VÍF-kvinnurnar Neistanum ein skarpan gang.
VÍF leyp avstað
Tað var Neistin, sum fekk fyrsta málið í dystinum á Hálsi leygardagin, har VÍF var á vitjan, men eftir hetta var tað, sum um VÍF tók yvir. Tær komu skjótt fram um 2-1, og so øktu tær bara um leiðsluna næstu løtuna. Eftir góðum 10 minuttum førdi VÍF 5-2, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var VÍF enn á odda við tveimum málum.
Hesa fyrstu løtuna spældi VÍF rættiliga góðan hondbólt, og serliga sterka verjan gav Neistanum stórar trupulleikar. Men so við og við var tað Neistin, sum setti seg á dystin. Tær byrjaði at finna hol í verjuni hjá VÍF, og undan steðginum vunnu tær sær eina trý-mála leiðslu, sum tær kundu arbeiða víðari við til seinna hálvleik. Sjálvt um Neistin nú tóktist hava fingið takið á kvinnunum úr Vestmanna, so hevði VÍF víst rættiliga gott spæl undan steðginum.
Stórur munur
Um VÍF hevði mist vónina eftir steðgin, ella um orkan snøgt sagt var uppi, er sjálvandi ilt at meta um. Tað er tó ein sannroynd, at eftir steðgin í høllini á Hálsi var at kalla bert eitt lið á vøllinum. Neistin snøgt sagt smurdi VÍF av eftir steðgin, og serliga síðsta góða korterið var stórur munur á liðunum.
Fyrstu løtuna royndi VÍF at hanga í Neistanum, og tá góðir 10 minuttir vóru farnir, var støðan 18-12 til Neistan. Men so steðgaði fullkomiliga upp hjá VÍF. Næstu løtuna skoraði Neistin 13 mál á rað, áreðnn VÍF aftur fekk mál, og so var grundin løgd fyri fyrsta stórsigrinum á árinum.
Endaliga úrslitið gjørdist 32-14 til Neistan, og serliga síðstu løtuna av dystinum var risastórur munur á liðunum.
Sjálvt um uppflytararnir úr VÍF taptu stórt, so nýtist teimum ikki at missa mótið, tí fyrstu 40 minuttirnar av dystinum vóru tær væl við ímóti Neistanum, og um tær finna hetta spælið fram aftur komandi dystirnar, so er heilt víst, at tær fara at fáa okkurt stigið innan alt ov leingi.