Talan er um Emil K. Jacobsen, sum áður hevur verið liðfelagi hjá Heina Hanusarsyni í Ajax.
Emil K. Jacobsen, sum er 29 ára gamal, hevur spælt tvær ferðir fyri danska A-landsliðið, umframt at hann 10 ferðir hevur spælt U-landsdystir fyri Danmark.
Avtalan við Emil K. Jacobsen er galdandi fyri teir báðar komandi dystirnar hjá Neistanum. Hesir eru á Skála móti StÍF og so steypafinalan móti Kyndli.