Neistin hølvaði Tjaldur

Hondbóltur: Runavíkingar vóru fyri eyðmýkjandi stórtapi týskvøldið, tá ið teir, í sínum seinasta dysti í ár, høvdu vitjan av Neistanum, sum vann heili 40-14

Mangan hevur Tjaldur verið nær við at ogna sær stig í hesum kappingarárinum, men tá ið teir týskvøldið fingu vitjan av Neistanum, blivu teir so avsmurdir, sum ongantíð áður. Neistin hølvaði Tjaldur av 40-14.


Fylgdust fyrstu løtuna

Teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum gekk rímuliga javnt á, men so setti Neistin ferðina upp, og teir fullkomiliga runnu tjaldursmenn um koll.

Tá ið ellivu minuttir vóru leiktir, var støðan einans 7-6 til Neistan, men nógva ferðin á spælinum hjá Neistanum gjørdi, at heimaliðið als ikki megnaði at verða við í dystinum, og tíggju minuttir seinni høvdu teir bláu úr Havn lagt seg á odda 14-7.

Soleiðis var gongdin, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, og seinastu átta minuttirnar av hálvleikinum megnaði Neistin at skora heilar sjey ferðir, meðan tað ikki gekk so væl í hond hjá heimaliðnum.

At tað gekk so striltið hjá heimaliðnum at fáa mál, var fyrst og fremst, tí at Bogi Henriksen í Neista-málinum stóð ein branddyst, og somuleiðis royndist verjan hjá Neistanum stak væl. Tjaldur fekk fýra brotskøst í fyrra hálvleiki, og Bogi tók trý av teimum! Jens Martin Knudsen, ið vanliga er álitið í álopinum hjá Tjaldur fekk lítið burturúr, tí at hann var sera væl vardur av ávíkavist Heina Joensen, Tróndi B. Hansen og Karl Oddmar Rasmussen. Jens Martin bleiv ikki mansvardur, men kom hann nær verjuni hjá Neistanum, so vóru teir tríggir áðurnevndu verjuleikararnir, ið allir eru sera vælvaksnir, fyri honum og fingu vart fyri skotroyndunum.

Tá ið farið var til hálvleiks, var dysturin longu avgjørdur, tí tá var Neistin á odda 21-10.


Skoraðu ikki fyrsta korterið

Gekk tað illa hjá heimaliðnum fyri steðgin, so versnaði tað bara í seinna hálvleiki. Neistamenn hildu fram við sínum skjóta spælið, hóast teir høvdu trygga leiðslu. Tað sást týðuliga, at teir høvdu fingið boð frá Rene Kristensen, ið hevur tikið yvir eftir Andreas F. Hansen restina av kappingarárinum, um ikki at taka sær av løttum, men at halda á við fullari ferð.

Gestirnir skoraðu nærum eftir vild, og tað var ikki fyrr enn eitt korter var farið av seinna hálvleiki, at heimaliðið aftur fekk sent bóltin í meskarnar aftan fyri Boga Henriksen. Tá var tað Kári Hansen, ið fekk minkað um munin til 11-29!

Tað, sum eftir var av dystinum, skoraði Tjaldur bert tríggjar ferðir, og tvey av teimum málunum komu við brotskasti, sum Andreas Jacobsen setti í netið í sama minutti.

Neistamenn megnaðu at halda dampinum uppi allan dystin, og til dømis gjørdu teir ikki mætari enn at skora fimm mál seinastu fimm minuttirnar av dystinum.


Eftir ánni hjá Neistanum

Seinastu dystirnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Neistanum, og ein kann bert ímynda sær, hvat tað hevði kunnað ført við sær, um hendan gongdin var byrjað eitt sindur fyrr í kappingini.

Tjaldur kann bert staðfesta, at nú kappingin er liðug fyri teirra viðkomandi, so standa teir enn við ongum stigi, hóast teir mangar ferðir hava verið sera nær við at ogna sær stig.

Í dystinum týskvøldið vóru tað vestmenningar, sum dømdu, og eftir dystin vóru leikararnir hjá báðum liðum stak ónøgdir við dømingini, hóast hon onga ávirkan hevði á úrslitið. Ein av leikarunum hjá Neistanum sigur við Sosialin, at dømingin var beinleiðis láturlig.