Neistin, H71 og KÍF vunnu heimasigrar

Neistin er einasamalt oddalið í Okkara-deildini nú øll sjey liðini hava leikt 10 dystir

Tríggir dystir vóru í Okkara-deildini seinnapartin. Liðini sum høvdu heimavøll í dag, Neistin, H71 og KÍF vunnu øll sannførandi sigrar. Í Hoyvík vann H71 á VÍF. Hetta er aðru ferð innan fáar dagar, at H71 knógvar VÍF. Neistin heldur fram við góðu gongdini við at vinna á StÍF, og í Kollafirði fekk KÍF togað seg nakað upp á stigatalvuni við at vinna á Team Klaksvík. 

Ùrslitini í dag:

Neistin-StÍF 26-19 (12-10)

Neistin: Høgni Zachariassen 8, Rasmus Søby 6, Dánjal Ragnarsson 5, Karl Martin Olsen 2, Pál Niclassen 2, Nicholas Satchwell 1, Tróndur Kragesteen 1 og Julian Kragesteen 1.

StÍF: Pætur Barclay 5, Steinar Prestá 5, Pætur Johansen 3, Martin Danielsen 3, Djóni J. Petersen 2, Ivan Mrdalo 1.

H71-VÍF 34-30 (18-14)

H71: Peter Krogh 7, Brandur Halgirsson 6, Pætur Thomsen 5, Rúni V. Højgaard 4, Leivur Mortensen 3, Andrias Fríðuson 2, Vilhelm Poulsen 2, Poul Símun í Garði 2, Sigmundur Dahl 2, Niklas Hanusson 1.

VÍF: Filip Jojic 11, Sjúrður Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Magnus Müller 4, Hallur Arason 3, Jóhann í Garðastovu 1, Mladen Mjerimacka 1, Jón Müller 1.

KÍF-Team Klaksvík 31-23 (20-13)

KÍF: Borko Cupara 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Teitur Joensen 5, Atli Hammer 3, Ási Dam 3, Niklas Reginsson 2, Vilhelm Magnussen 2, Hjalti Matras 1. 

Team Klaksvík: Jens Pauli Mohr 7, Christoffer Madsen 5, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Finnur Hansson 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN102582253315
 VÍF102732522113
 H71102502302013
 KYNDIL102502123812
 STÍF10229269-408
 KÍF10236240-47
 TEAM KLAKSVÍK10230298-682