Føroysku meistaranir vóru ikki førir fyri at hótta serbiska meistaraliðið.
Tað er greiða niðurstøðan aftaná undandystirnar til EHF European Cup.
Metaloplastika vann trygt og uppiborið við 71-55 samanalagt.
Serbisku meistararnir vunnu fyrra dystin við 37-25.
Úrslitið í seinna dystinum var 34-30 til Metaloplastika.
Drúgva mótstøðan kom ikki óvart á føroysku meistararnar. Ingi Olsen, venjari, segði undan dystinum, at hann væntaði sær tveir sera torførar dystir.
– Vit hava sæð upptøkur av Metaloplastika, sum vísa okkum eitt lið, ið bæði telur spælarar, sum eru yvir tveir metrar høgir, og spælarar, sum viga 100 kilo, vísti Ingi Olsen á.
Væl nøgdur
Metaloplastika rann beinanvegin undan føroyingunum í fyrra dystinum og vann greitt við 12 málum tá avtornaði.
Serbisku meistararnir tóku sær kanska av løttum í gjár, tí Neistin hevði betri pláss at spæla.
Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki, men Metaloplastika vann seg framum í seinna hálvleiki, og so var lítið at gera hjá Neistanum.
Heini Hanusarsson fekk reytt kort, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, og tað ávirkaði føroyska liðið.
Jacob Jónsson, hjálparvenjari, sigur í stuttari viðmerking við neistin.fo, at hann er væl nøgdur við avrikið.
– Vit eru sera væl nøgdir við dystin í dag. Eg vil serliga nevna ungu spælararnar, sum veruliga tóku ábyrgd, tá ein av okkara fekk reytt kort, og aðrir vóru skaddir. Tað er eisini frálíkt at enda eina venjingarlegu og tveir altjóða dystir við einum góðum dysti, og har við einum góðum úrsliti. Menn stríddust veruliga fyri sakini í dag, sigur Jacob Jónsson.
Jugoslav Djumic og Sjúrður Thomassen spældu ikki við í gjár, vegna skaða.
Triðja árið
Tað er triðja árið upp í slag, at mansliðið hjá Neistanum roynir seg í evropiskari kapping.
Í fyrraárið luttók Neistin í kappingini fyri meistaralið. Mótstøðuliðið var HC Lovcen úr Montenegro. Í fjør var Neistin í kappingini fyri steypavinnarar, og tá var mótstøðuliðið HC Kolubara úr Serbia.
Neistin spældi, eins og í fjør, báðar dystirnar á útivølli í ár. Tað er fyrst og fremst av fíggjarligum áðum.
Landskappingin fyri framman
Neistin hevur lagt nógv fyri í fyrireikingunum til komandi kappingarár. Liðið hugsar nú um uppgávuna at endurvinna greipuna, sum felagið tryggjaði sær í fjør.
Altjóða dystirnir hava helst verið frálík fyrireiking, tí liðið hevur eisini verið á venjingarlegu í Danmark, undan fráðferðini til Serbia.