Hondbóltur
Hóast brekkan hjá Neistanum fyri tað nógva hevur verið heilt tung í vetur, so hava bláu kvinnurnar enn nakað at spæla fyri.
Fyri bara trimum vikum síðani tóktist kjansurin hjá Neistanum annars at vera fullkomuliga burturi, men stigamissir hjá VB hava saman við Neistasigrum borið við sær, at tær bláu nú av álvara eru við at leggja seg út í somu kapping aftur.
Mikukvøldið spældi Neistin so útsetta dystin móti VB, sum hevur havt eina formkurvur, sum er fullkomuliga øvut. Um jóltíðir tóktist eingin kunna steðga VB, tvey tap móti Tjaldri, eitt móti Stjørnuni og nú eisini móti Neistanum hava av álvara lagt stórt trýst á liðið.
Málveitsla
Í fleiri av taptu uppgerðunum hevur trupulleikin hjá VB verið, at tær hava skotið ov fá mál.
Tað var nú ikki størsti trupulleikin í gjár. Heili 37 av slagnum gjørdist talan um, men tá dysturin so kortini varð taptur, kundi tað líka sum ikki brúkast til nakað.
Uppleggið hjá Neistanum var púra greitt, at ferðin skuldi skrúvast langt upp, og frá fyrsta bríksli royndu tær bláu at stressa mótstøðuna.
Hetta riggaði eisini heilt væl til tíðir. Eitt skifti seinna hálvleiki hótti Neistin eisini við púrasta at renna undan VB, men við tíggju minuttum eftir svaraðu gestirnir aftur. Talan gjørdist um veruliga kapprenning seinastu løtuna, men tað eydnaðist Neistanum at vinna hesa, og so var fagnaðurin hjá teimum bláu heilt stórur.
Avgerandi uppgerðirnar
Sigurin hjá Neistanum ber við sær, at tær nú bert eru eitt stig aftan fyri VB og Tjaldur, sum annars hava verið liðini, sum seinastu vikurnar hava kappast um rættin at spæla FM-finalu móti Stjørnuni.
Gaman í hevur Tjaldur ein dyst til góðar, og á pappírinum eigur hesin at geva liðnum tvey hampuliga trygg stig.
Men hóast hetta, so er nú av álvara lagt upp til nøkur brak í innanhýsis uppgerðunum, umframt at eitt ella tvey stig í uppgerðunum móti Stjørnuni kunnu hava sítt stóra orð at siga. Júst her skal Neistin eisini finna stigið, sum tær í løtuni eru aftan fyri VB og Tjaldur. Tey bæði hava nevnliga vunnið hvør sín dyst móti Stjørnuni, meðan Neistin í fyrra heimadystinum spældi javnt móti meistarunum.
Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 39-37 (18-17)
10 min: 6-6
20 min: 11-11
40 min: 24-23
50 min: 33-28
Málskjúttar
Neistin: Trine Mayland 8(3), Nicoleta Radu Hansen 7, Heidi Maria Akselsen 6, Tordis Tróndarson 6, Stine Mikkelsen 5, Annika Ljósstein 4, Rakul Augustinussen 3
VB: Daiva Toumaite 13(2), Aukse Vysniaskaite 10(3), Gurið Mortensen 4, Bára Mortensen 3, Svava Vestergaard 2, Theresa Joensen 2, Monika Samuelsen 1, Una Egilsdóttir 1
Brotskøst: Neistin 5, VB 6
Útvísingar: Neistin 4, VB 2
Diskvalifikatión: VB 1 (Beinleiðis reytt)