HONDBÓLTUR
Sunnudagin verður lagt upp til spennandi dyst á Hálsi, tá Neistin og H71 møta. Neistin fekk eina ringa byrjan, tá teir taptu ímóti StÍF, men eftir hetta hava teir ikki verið til at steðga. Teir hava vunnið tryggar sigrar í Kollafirði og Vestmanna, og nú bíða hoyvíkingarnir sunnudagin.
Fólk góvu ikki H71 nógvar møguleikar undan kappingarárinum. Teir høvdu størsta partin av royndu leikarunum, og nú skuldi eitt yngri ættarlið taka við. Hoyvíkingarnir ásannaðu eisini sjálvir, at tað kundi gerast tungt, men teir ætlaðu sær at royna at hanga í. Ikki kann sigast annað, enn at H71 hevur fingið eina fína byrjan uppá kappingarárið. Eftir trý umfør hava teir trý stig, og síðsta dyst fingu teir javnleik á StÍF,eftir at hava verið aftanfyri við 6 málum.
Allir mans eru tøkir hjá liðunum báðum til dystin sunnudagin. Claus Rasmussen, venjari hjá Neistanum sigur, at teir ætla at varðveita góðu støðuna, sum teir eru í.
- Nú liggja vit á fyrsta plássi saman við StÍF, og her ætla vit okkum eisini at liggja eftir vikuskiftið. H71 hevur tó spælt væl síðstu dystirnar, so teir kunnu saktans leypa ein hvøkk á okkum eisini. Men fáa vit verjuna og kontraálopini at rigga, so vænti eg heilt víst, at vit vinna dystin.
Málverjin hjá H71, Levi Nybo, væntar ein harðan dyst ímóti Neistanum.
- Spælið hjá Neistanum koyrir væl í løtuni, so eg vænti ein harðan dyst. Vit mugu bara royna at koyra í sama lag, tí trýstið liggur jú á teimum. Bæði liðini dáma væl at koyra kontra, og tí vænti eg, at kontraálop og returrenningar fara at vera avgerandi sunudagin, sigur Levi Nybo, men leggur afturat, at verjan hevur alstóran týdning fyri H71.