Neistin missir yvir tvær milliónir

Royndin hjá hindbóltsfelagnum, Neistanum, at byggja eina hondbóltshøll í vesturbýnum, er nú endaliga slept.

 

Men hóast tað nú er greitt, at høllin verður av ongum, er tað samstundis eisini greitt, at hendan ætlanin fer at kosta Neistanum yvir tvær milliónir krónur.

 

Í hóskvøldið samtykti býráðið í Havn at lokað málið og at avtaka játtanina um stuðul til høllina.

 

Ætlanin var annars at gera eina høll, sum lýkur altjóða krøv og góðar umstøður skulu eisini vera til tey rørslutarnaði.

 

Tað skuldi verða pláss fyri 910 áskoðarum, harav tey 680 verða sitipláss.

 

Síðani hevur Neistin boðað kommununi frá, at felagið byggir ikki ítróttahøllina.

 

Á býráðsfundinum hóskvøldið varð upplýst, at higartil hevur verkætlanin kostað 5,3 milliónir við mvg.

 

Av hesum hevur kommunan goldið kr. 3,2 milliónir við mvg og Neistin hevur sjálvt goldið 2,1 millión og tær hevur felagið mist.

 

Kommunan hevur stuðlað ætlanini við 60% av kostnaðinum og tað, kommunan higartil hevur goldið svarar til 60,65% av kostnaðinum.

 

Sostatt eigur kommunan slakar 34.500 krónur til góðar og samstundis hevur býráðið samtykt at lokað málið.