Hondbóltur
23 minuttir eftir á talvuni: Jugoslav Djumic hevur júst sent enn ein bólt í H71-málið. Støðan er nú 18-11, og alt bendir á, at ætlaða brakið millum Neistan og H71 varð av ongum.
Fýra minuttir eftir: Regin Joensen leypur inn frá vinstra veingi og høggur bóltin inn við nærmasta tríkant til 25-22 til H71. Rómurin á gestunum er øgiligur, og heimaáskoðararnir eru longu í ferð við at fara úr høllini.
Ein minuttur eftir: Áki Mørk skorar eitt fantastiskt mál, har hann av baklinjuni og fullkomuliga úti av javnvág skrúvar bóltin út um Jóhan Hofgaard og inn í málið. Neistin er á odda 26-25. Og tá Ingi Olsen løtu seinni høggur undirhondsskot niður við stólparótina, eru tað hoyvíkingarnir, sum reisast úr sessunum og fara heim.
Fult tamarhald
Jú, kontrastirnir vóru nógvir og ymiskir í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá nummar tvey og trý á stigatalvuni brustu saman sunnudagin.
Við einum VÍF-liði, sum ikki tykist hava hug at slaka, tykist tað vera upp til Neistan og H71 at gera av, hvør skal hava seinna finaluplássið, og kanska avgerandi tvídysturin í hesum stóð á skránni sunnudagin.
Leingi líktist hetta tó ikki nøkrum braki. Neistin er spakuliga í ferð við at finna aftur á formin, sum lyfti teir upp á oddasessin beint undan ársskiftinum, og hesa gongdina hildu teir fast um sunnudagin. Við sterkum verjuspæli hildu teir hoyvíkingunum frá teimum heilt stóru skreytunum, og í álopsspælinum riggaði væl at spæla skjótt og tunt. Bæði so skjúttarnir sluppu framat á bakkunum, og soleiðis at ein stórspælandi Jugoslav Djumic fekk framúr arbeiðstreytir á strikuni.
Kannaðu sær bitan
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sópaði Neistin eisini allan iva til viks. H71 royndi seg við øllum sínum trimum málverjum, men einki tóktist muna móti streyminum av Neista-málum, og dysturin líktist alt meira einum veruligum stórsigri.
Men brádliga kom stígur í. Ivaleyst kannaði Neistin sær bitan ov tíðliga, tí teir mistu ferðina í spælinum. Jóhan Hofgaard tók í einum trimum støðum upplagdar møguleikar, og so kom av álvara lív í gestirnar.
Teir høvdu annars fyri tað mesta verið steindeyðir, men við einum langum trekki togaðu teir seg aftur í dystin. Eftir at hava skotið 11 mál fyrstu 39 minuttirnar, skut hoyvíkignarnir nú eins nógv mál teir næstu 13.
Og so var alt á gosið. Heimaliðið tók sær time-out, tá talvan vísti 22-23, men tað munaði lítið, og tá tað løtu seinni stóð 22-25, tóktist eingin vegur aftur.
Hvaðani vertirnir fingu trúnna aftur, er ilt at vita. Men væl hjálptir av fjáltursstungnum hoyvíkingum, sum tvær ferðir á rað avsluttaðu álop óneyðuga skjótt, kom aftur glið á hjá vertunum.
Betri innanhýsis
Sigurin ber við sær, at Neistin nú situr við góðum fyrimuni í stríðnum um pláss í FM-finaluni. Ikki bara, tí teir nú aftur eru tvey stig framman fyri H71. Men eisini tí teir við triðja sigrinum á hoyvíkingum hava tryggjað sær, at teir eru betri í innanhýsis uppgerðunum ,og tað í sjálvum sær gevur í veruleikanum hálvt stig eyka.
Og eftir at hava halta nakað síðani ársskiftið, tykjast meistararnir eisini vera í ferð við at finna aftur á røttu slóðina.
Enn kunnu forðingar tó vera á vegnum, og lítil ivi er um, at H71 stendur til reiðar at lofta, um møguleikin er har. Hóast seinasti neyvleikin enn restar, so hava hoyvíkingarnir enn góðan møguleika at koma allan vegin, og tí ræður nú um hjá teimum at gera sítt arbeiði í seinastu seks dystunum.
Fakta um dystin
Neistin-H71 27-26 (14-11)
10 min: 4-4
20 min: 9-6
40 min: 18-12
50 min: 22-20
Málskjúttar
Neistin: Jugoslav Djumic 11, Nogi Berg 3, Ingi Olsen 3(1), David Edvardsen 3, Áki Mørk 3(1), Tróndur Kragesteen 3, Finnur Hansson 1
H71: Esbern Patursson 7(1), Regin Joensen 6, Bárður Brimvík 4, Janus Sørensen 4, Johnny Durhuus 1, Gunnar Bláberg 1, Danni Syhler 1, Halgir Dahl-Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 2
Útvísingar: Neistin 3, H71 5
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason