Neistin og H71 spæla í kvøld

Hondbóltur: Landskappingardystur verður í kvøld millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi í Havn

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Neistin og H71 landskappingardyst í ítróttarhøllini á Hálsi. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. H71 hevur fyri neyðini at vinna fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini VÍF og StÍF. Neistin er hinvegin niðast á stigatalvuni við bert tveimum stigum, og fyri teir hevur hvør dystur stóran týdning, um ikki liðið skal flyta niður.

H71 kann við einum sigri í kvøld koma upp á 11 stig, og so er ikki so langt upp til VÍF, sum hevur 14 stig, og StÍF, sum hevur 13. Komandi sunnudag skal H71 spæla móti júst StÍF á Skála, og tað hevði komið væl við hjá hoyvíkingum, um tað tá ber til hjá teimum at fara fram um strandingar.

Kappingarárið hjá Neistanum hevur verið lítið at reypa av higartil, men kanska kemur vend í í kvøld. Í øllum førum má vendin skjótt koma, um liðið ikki skal flyta niður. Um tað hendir, verður tað ein tann daprasta løtan í søguni hjá felagnum.

elj