Neistin vitjaði í Hoyvík, og her eydnaðist teimum bláu at vinna sær ein hampuliga tryggan sigur.
Talan var annars um javnan fyrra hálvleik, men eftir steðgin bar einki til hjá H71. Eitt skifti var støðan 16-25, men seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tó vertunum at pynta um úrslitið, tó at tað ongan tíð gjørdist spenningur um úrslitið.
Á Hálsi í Havn vitjaði Team Klaksvík hjá Kyndli, og her vann heimaliðið tryggan sigur. Team Klaksvík hevur annars meldað út, at teir ætla at bíta meira frá sær, enn teir gjørdu í fjør, men hetta eydnaðist so ikki í fyrstu royndini.
H71-Neistin 24-27 (12-13)
Kyndil-Team Klaksvík 32-18 (14-11)