Dysturin var millum nummar trý og fýra í Sunset-kappingini, Neistan og Søljuna, og enn einaferð prógvaði havnarliðið, at tær hava munin á vágaliðnum.
Avgjørt eftir steðgin
Í fyrra hálvleiki var tó ilt at taka dagar millum liðini, tí tað gekk rættuliga javnt á, og í hálvleikinum vóru bert tvey mál á muni. Men eftir steðgin setti hemaliðið ferð á, og tað var í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, at dysturin bleiv avgjørdur.
Søljan fekk bert trý mál fyrstu 17 minuttirnar av seinna hálvleiki, meðan Neistin skeyt ikki færri enn níggju mál, og so var avgjørt.
Neistin-Søljan 29-21(13-11)
Neistin: Simona Petersen 11(2), Ása á Neystabø 6, Annika Thomsen 4(3), Mia Káradóttir 3, Marjun Tróndarson 2(1), Kára á Dunga 2, Unn Kragesteeen 1
Søljan: Lina Andriulyte 12(3), Nicoleta Radu Hansen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Arnleyg Haraldsen 2, Kristianna Petersen 1, Petra Thomassen 1
Brotstkøst: Neistin 9(6), Søljan 3(3)
Útvísingar: Neistin 3, Søljan 5