Neistin - KÍF 24-18 (11-7)
Neistin og KÍF spældu fyrsta dystin í Okkara deildini í Høllini á Hálsi í dag.
Undan dystinum var roknað við at Neistin vóru favorittar, og hetta prógvaðu teir.
Neistin var betra liðið í fyrra hálvleiki, men kollfirðingar stríddust væl og hildu Neistanum frá at sleppa ov langt avstað. Hálvleikurin var heldur verjukendur, og málverjarnir í báðum endum høvdu nógvar bjargingar.
Í seinna hálvleiki tóktist orkan hjá KÍF at vera uppi, og Neistin fekk fult tamarhald á dystinum.
Joakim Jürs í KÍF málinum helt tó nakað av spenningi í dystinum, tá ið hann ferð eftir ferð forðaði Neistanum í at gera eitt ordiligt skrædl.
Tískil fekk KÍF hildið Neistanum niðri á 24 málum, men hetta hjálpti lítið, tá ið kollfirðingar sjálvir bert fingu 18 mál, og ongantíð veruliga vóru vandamiklir fyri Neistan.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Tróndur Kragesteen 6, Torkil Hentze 6, Høgni Zachariassen 3, Rasmus Søby 3, Pál Niclassen 2, Pætur Mikkjalson 2, Rune Olsen 1, Dánjal Ragnarsson 1
Málskjúttar hjá KÍF:
Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Janus Jakobsen 4, Ási Dam 2, Teitur Joensen 2, Jón Suni Kjærbek 1, Niklas Reginsson 1, Atli L. Hammer 1, Poul F. Egholm 1