Neistin vann hjá kvinnunum

Hvonn-deildin: Neistakvinnur vunnu í dag móti VÍF

Ein dystur hevur verið spældur í bestu deildini hjá kvinnum í hondbólti í dag.

 

Dysturin var millum Neistan, sum longu hevur tryggjað sær pláss í FM-finalunum sum verða leiktar seinni og VÍF, sum er á fjórða plássið í deildini.

 

Dysturin endaði – sum væntað – við einum sigri til Neistakvinnur. Tær vunnu dystin 32-28, eftir hálvleiksstøðuna 21-11.

 

Hjá Neistanum varð Marjun Falkvard Danberg í dag stóri spælarin. Hon gjørdist toppskjútti við sjey málum. Næst henni var Birita Ingolfsdóttir, sum skoraði fimm mál. Hjá VÍF var fyrrverandi Neista leikarin, Daniella Joensen, toppskjútti. Hon skoraði níggju av málunum hjá VÍF.

 

Í gjár var ein dystur eisini spældur í bestu deildini hjá kvinnum. Hann var í Vági, har VB tók ímóti Stíf. Í tí dystinum vunnu VB kvinnurnar 29-25.

 

Úrslitini í Hvonn deildini um vikuskiftið:

Neistin – VÍF 32-28 (21-11)

VB – Stíf 29-25 (16-16)