KÍF-Neistin 21-28 (6-14)
Neistin er nú ájavnt StÍF og KÍF á triðja plássi í landskappingini. Eftir tríggjar strævnar mánaðir uttan sigur, hava teir bláu úr Havn fingið luftina aftur í tøkum tíma, og við sigrinum í dag eru teir veruliga við í kappingini um annað finaluplássið.
Í dag stongdi Neistin at kalla dystin fyrsta korterið. Við góðum spæli - ikki minst frá Jacob Larsen í málinum - hildu teir KÍF púrasta burtur frá málinum í 13 minuttir, og hetta megnaði KÍF ongan tíð at vinna aftur. Okkurt skiftið minkaði munurin í fýra mál, men nærri enn tí sama komu kollfirðingarnir ongantíð.