Neistin vil byggja fyri 18 mió kr.

Limir felagsins skulu á eykaaðalfundi sunnudagin taka støðu til, um felagið skal fara undir risa-íløguna, sum kann gerast ein sonn kollvelting fyri venjingar- og dystarumstøðurnar hjá felagnum

Hondbóltshøll

Tað hevur leingi verið alment kent, at fólk í Neistanum ígjøgnum longri tíð hava arbeitt við ætlanunum um, at felagið skal byggja sína egnu høll.
Eitt nú var komið heilt væl áleiðis arbeiðinum at gera eina høll við Læraraskúlan, men hendan ætlanin kollsigldi, tí tað vísti seg at vera ógjørligt hjá felagnum at sannføra umsitingina á Vaglinum um, at júst hetta var rætta staðið at byggja eina slíka høll.
Ístaðin varð tá skotið upp, at Neistin saman við Ljósinum skuldi byggja eina dupulthøll úti við Tekniska Skúla, men tann ætlanin vísti seg skjótt at gerast alt ov kostnaðarmikil, og varð tí slept.
Síðani eru menn tó komnir eftir, at eitt økið nær SEV-bygninginum við Landavegin var lagt av til ítróttarendamál. Tosað hevur verið við Býráðið um hetta, og nú hava so bæði Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mælt til, at stuðla ætlanini.
Ein av orsøkunum til, at talan verður um eina høll í Vesturbýnum, er, at tað her tykist vera lættari hjá felagnum at fáa raksturin av høllini at bera seg. Sum skilst, so er tað ikki sjálv íløgan í høllina, sum gav fíggjarligt høvuðbrýggj, men heldur dagligi raksturin. Skal hesin bera til, er neyðugt, at høllin verður leigað út um fyrrapartin, tá Neistin ikki nýtir hana. Tann møguleikan meta tey í Neistanum vera størri í Vesturbýnum, har at kalla eingir ítróttarhentleikar eru. Og sum støðan við hallartímum er í høvuðsstaðnum í dag, so verður tað helst ikki undir nøkrum umstøðum nakar trupulleiki at leiga høllina út.

Ognarfelag
Tað verður tó ikki Neistin sjálvt, sum kemur at standa sum eigari av høllini. Ætlandi skal eitt nýtt ognarfelag setast á stovn. Nakað sum tað, ið er kent frá Gundadalshøllini, har íognararnir eru Neistin, Fleyr og Kyndil.
Her verður mynstrið á leið tað sama, tó at Neistin verður einasti eigarin. Tað vil siga, at av teimum 18 milliónunum, sum krevjast til byggingina, skal Neistin ? ella í hesum førinum stuðlafelagið - skal gjalda 6 mió kr. 6 milliónir verða so goldnar av Býráðnum, sum vanliga letur triðingin í fígging.
Tað sama var áður galdandi fyri landið, men tann parturin av fíggjarlógini er nú broyttur. Ístaðin verður tosað um eitt nýtt modell, har eitt slag av partaeigarum koma at seta seinasta triðingin í ætlanina.

Allar hentleikar
Og stendur tað til Neistan, so verður talan um eina høll við alskyns hentleikum.
Einir 800 áskoðarar skulu rúmast í høllini. Hon skal hava fýra skiftirúm, só eisini tann fløskuhálsurin fæst burtur. Vektrúm, høli til fyrisiting, fundarrúm og kantina eru eisini við á tekniborðinum.
At kostnaðurin so kortini kann haldast niðri á 18 mió kr., kemst fyrst og fremst av, at tað verður roknað við einum hampuliga stórum parti av sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Og einki er at ivast í, at limirnir í Neistanum eisini koma at fáa nakað aftur fyri arbeiðsmegina, um tað kemur hartil, at høllin skal byggjast. Verður roknað í lutfalli millum íðkandi limir og venjingartímar, so eru Neistin og Kyndil helst tey hondbóltsfeløgini, sum hava truplastu umstøðurnar at virka undir, og onkra tíð hava tey eisini verið noydd at nokta fyri upptøku av nýggjum limum.
Her hevur felagið so møguleikan at fáa føtur undir egið borð, og tó at tað helst vigar ímóti, at felagið tá kanska noyðist úr Gundadali, sum annars hevur verið heimið síðani stovnanina í 1932. Gaman í kemur felagið enn at eiga triðingin í Gundadalshøllini, so nakað av aktiviteti verður eisini har. Men tað er helst lítið at ivast í, at í talan við tíðini gerst um eina flyting yvir í Vesturbýin hjá felagnum.
Hvat av hesum vigar meira, skulu limir felagsins altso taka støðu til á eykaaðalfundinum, sum verður sunnudagin.