Leygarkvøldið var 19. Danish Music Awards. G!-aktuellu Nephew gjørdist stóri toppskorarin við 4 heiðurslønunum, meðan okkara egni Teitur streyk við heitinum ?besti sangari?
Nephew er best dámdi bólkurin í DK. Hetta varð prógvað leygarkvöldið tá teir vunnu 4 Danish Music Awards (DMA). Í 2005, tá teir høvdu givið fløguna USADSB út var sama skilið og teir vunnu tá allar fimm heiðurslønirnar, teir vóru tilnevndir til.
Nýggja fløgan ?Interkom kom ind?, hevur longu selt 80.000 eintøk, og Nephew hava við henni aftur fingið týðandi viðurkenningarnar á DMA: Ársins bólkur, Ársins hitt (Igen & igen &), Ársins rokk-útgáva (Interkom kom ind), Ársins besta fløga (Interkom kom ind)
Men tað er ikki einans til Danish Music Awards, at heiðurslønirnar regna á Nephew. Í januar mánaða fingu teir handaðar tvær Zulu heiðurslønir har teir á sama hátt sum á DMA fingu heiðurin av at hava skrivað besta hitt eins væl og at hava gjørt bestu donsku fløguna í 2007.
Eisini í Føroyum hava Nephew eitt serligt stað í hjartanum á fólki - millum annað vunnu teir annað árið á rað eina Planet heiðursløn fyri ?besti útlendski bólkur? eins og teir eisini hava gjørt um seg á 15 teimum bestu við løgunum ?Igen & Igen &? og ?Science Fiction og familien?.
Nephew fer á pallin á G!Festivalinum,r hóskvøldið 19. juli sum eitt av høvuðsnøvnunum.