Hjá Jóannes Poulsen mundi sigursløtan hósdagin kennast sum nakað heilt serligt. Í mun til meira royndu liðfelagar sínar hevði hann ongan tíð vunnið gull á oyggjaleikum áður, og tað var sjónligt, at hetta var ein heilt serlig løta, sum líka skuldi hava tíð at sodna eitt sindur.
- Hetta er ótrúliga gott. Eg vann silvur við liðnum í FITA-umfarinum, men tá taldi mín skora ikki við, tí eg hevði eitt so vánaligt fyrsta umfar. Hetta er í so máta mítt come-back. Her fekk eg lyft meg sjálvan uppaftur, og tað er ein fantastisk kensla, nú vit hava vunnið.
Við á leið 20 sekundum til hvønn ørvin, skuldi ein hildið, at tað mundi vera frægast við fullkomnari tøgn uttan um seg. Men hetta bar bara ikki til hósdagin. Umframt føroysku liðfelagarnar stóðu eisini hópur av teimum, sum hava skotið seinastu fýra dagarnar, og heppaðu føroyska liðið. Spurdur, um hetta ikki var nakað, sum órógvaði konsentratióna undir skotunum, hevði Jóannes hug at draga á bæði borðini.
- Tað er kanska nakað, sum órógvar eitt sindur, men tað kennist væl. Tá følir tú, at hevur uppbakning fyri tí, sum tú gert, og tað er ein ótrúliga góð kensla, sum tú annars ikki ert vanur at hava, tá tú skjýtur, segði ein fegin vinnari at enda