Í allan dag hava fólk havt trupulleikar við netbankum sínum.
Trupulleikin liggur hjá SDC, sum er veitari av føroysku netbankaloysnini, og tí boða allir fýra føroysku peningastovnarnir frá, at netbankar teirra eru óvirknir í løtuni.
SDC sigur, at arbeitt verður við trupulleikanum og teir vóna, at teir eru loystir skjótast gjørligt.
Trupulleikin er bæði á teldu, teldli og fartelefon.