Nethandil: Tollfríu pakkarnir skulu varðveitast

Løgtingsmaður er ímóti at nerta skipanina við tollfríum pakkum

Løgtingsfólk og Handilsvinnufelagið halda, at tollfríu pakkarnir undir 300 krónur leggja trýst á føroyskt handilslív, og at okkurt eigur at gerast við ójøvnu kappingarstøðuna, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at hon viðger málið innanhýsis í Fíggjarmálaráðnum

Løgtingsmaðurin Bill Justinussen heldur, at núverandi skipan við tollfríum pakkum undir 300 krónur er góð og eigur ikki at verða broytt.

– Hetta er ein góður møguleiki hjá føroyingum at fáa fatur í einum øðrum úrvali enn tí, sum er at finna á handilshillunum í Føroyum. Prísirnir eru lagaligir, og ikki minst yngri fólk hava gleði av hesum møguleika. Vit eiga at varðveita hendan møguleikan, sigur Bill Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í løgtinginum, við VikuskiftisSosialin.

Hann heldur, at 300 krónur markið fyri tollfríar pakkar eigur ikki at lækkast, og tað nýtist ikki at hækka.

– Markið er á einum hóskandi støði. Fyri landið loysir tað ikki loysir seg at krevja avgjøld inn, tá upphæddirnar eru so smáar, tí umsitingin av tí kostar tað sama, sum fæst inn í avgjøldum, og tí kann brúkarin heldur fáa gleðini av hesum møguleika, og so má handilslívið tillaga seg eftir tí, sigur Bill Justinussen.

Meira kann lesast um málið í VikuskiftisSosialinum.