Nevnd sett at endurskoða fiskiorkuna

Kjartan Hoydal er formaður í nevndini, ið er samansett av persónum, sum hava við vinnuna at gera, og umboðum fyri fyrisitingina og granskingina Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, hevur sett nevndina, sum millum annað skal meta um skipan fyri fiskiskapi eftir botnfiski á føroysku landleiðunum.

Kjarnin í arbeiðnum er at greina, hvussu veiðiorkan í fiskidagaskipanini møguliga er broytt. Serliga vera atlit tikin at tekniskari menning og talið av fiskidøgum í mun til tað, sum hildið verður rætt, búskaparliga og lívfrøðiliga, at taka úr fiskistovnunum á føroyskum havleiðum.

Hendan nevnd er staðfest, sum ein partur av nýggja samgonguskjalinum.

Kjartan Hoydal er formaður í nevndini, sum eisini er mannað við hesum persónum:

Absolon í Buð, umboðandi línu og húk,

Danial Jacobsen, umboðandi trol,

Atli Gregersen, umboðandi fiskifrøði og búskap,

Sunniva Joensen, umboðandi umsitingina og løgfrøði,

Hertha Olsen, umboðandi vinnulív og ráðgeving,

Bjarti Thomsen, umboðandi reiðskapsgransking.

J J Maguire er umboðandi vísindaligu ráðgevingina. Hann hevur í mong ár luttikið vegna Fiskirannsóknarstovuna í tí arbeiðsbólki, sum hevur við føroysku stovnarnar at gera, eins og hann mangan hevur samstarvað við Fiskirannsóknarstovuna.

Helgi Jacobsen, tíðindamaður, verður skrivari í bólkinum.

Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum handaði bólkinum fyrsta arbeiðssetningin í gjár og nevndin hevur longu havt sín fyrsta fund.

Ætlandi skal nevndin vera liðug við arbeiði sítt í juni mánað.