Nevndin, ið hevur við endurgjald til brotsverkoffur at gera, er vald.
Sambært Anordning nr. 581 frá 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser § 10 a, stk. 1 og løgtingslóg nr. 41/2006 velur landsstýrismaðurin í innlendismálaráðið eina endurgjaldsnevnd.
Nevndin viðger umsóknir um endurgjald sambært lógini um endurgjald fra landinum til brotsverkoffur. Fleiri upplýsingar um hvør kann søkja um endurgjald, og hvat endurgjald kann fáast fyri, síggjast á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum.
Nevndin er sett saman við einum formanni, ið skal vera dómari, og tveimum øðrum limum, har tann eini verður valdur eftir tilmæli frá Almannamálaráðnum og hin eftir tilmæli frá Advokatráðnum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur frá 1. november 2012 valt hesar limir í nevndina, ið hevur við endurgjald til brotsverkoffur at gera:
Henrik Møller, sorinskrivari og formaður,
Marjun Magnussen, deildarstjóri, og Johnhard Kleyttheyggj, leiðandi løgfrøðingur, varalimur
Ingi Højgaard, advokatur, og Alfred Petersen, advokatur, varalimur.
Valskeiðið er 4 ár og er frá 1. november 2012 til 31. oktober 2016.