Christian Andreasen er nevndarformaður í Atlantic Airways, og hann metir støðuna, ið flogfelagið hann varar av, er komið í, at vera sera álvarsama. So álvarsama, at her mugu úrslit koma á borðið beinanvegin, soleiðis at ein loysn fæst upp á afturvendandi trupulleikar teirra við flapsunum á flogførunum hjá teimum.
– Vit fara ikki at bíða longi eftir einum svari, og eitt úrslit má fyriliggja innanfyri teir næstu komandi dagarnar. Tann nevndin sum skal gera hesa gjøgnumgongdina, skal vera skjóttarbeiðandi, sigur Christian Andreasen avgjørdur. Hann sigur eisini, at teir eisini eru klárir at taka møguligar avleiðingar av gjøgnumgongd, sum nú byrjar.
– Eru tað feilir, so verða teir rættaðir beinanvegin, sigur Christian Andreasen.
Skaðiligt fyri felagið
Síðani 9. september er tað komið fyri fýra ferðir, at eitt flogfar hjá Atlantsflog ikki hevur kunnað sett seg í Vágum, tí flapsirnir ikki eru komnir út, og tí hevur verið noytt at lent aðrastaðni á longri vølli. Harnæst hevur felagið eisini verið fyri eini vanlukku, so trupulleikarnir kring flogfelagið eru nógvir. Kann nevndarformaðurin í flogfelagnum, sum nú er einsamalt á Føroyarutuni, liva við, at so nógv rumbul er kring felagið, og serliga at flapsirnir vísa seg at vera ein afturvendandi trupulleiki?
– Eg meti ikki, at tað er ein samanhangur í millum, at Atlantic Airways nú er einsamalt á rutuni og at eitt flogfar í gjár hevði trupulleikar við flapsunum. Tað, at vit nú eru einsamallir gevur heldur eyka ábyrgd, tí nú hevur fólkið ikki valmøguleikan sum tey høvdu áðrenn, sigur Christian Andreasen.
Nevndarformaðurin sigur, at teir ikki kunnu liva við hesum, tí tað er skaðiligt fyri felagið. Tí er tað, at ein kanningarnevnd er sett at arbeiða við hesum.
– Vit fara nú at gera eina kanning við hjálp frá serfrøðingum hjá framleiðaranum av hesi flogtypu, soleiðis at vit fáa greiði á, hvat tað er sum hendir og hví tað hendir. Vit hava tosað við framleiðaran, og teir hava eisini hálvavegna longu lovað seg til at vera við í kanningini. Tað er jú eisini ein spurningur um álitið á teirra flogfør, og vit kunnu heldur ikki liva við hesum, greiðir Christian Andreasen frá, samstundis sum hann vísir á, at hetta jú er skaðiligt fyri felagið.
Ikki trygdarspurningur
Áðrenn 9. september var var flapsir eitt ókent orð millum føroyingar. Atlantsflog hevur brúkt sama slag av flogfari síðani felagið varð stovnað, men ikki fyrr enn nú er tað, at trupulleikar við flapsunum av álvara stinga seg upp. Tó skal viðmerkjast, at tað er komið fyri fyrr hjá Atlansflog, at flappskipanin ikki virkaði í samband við lending, men tá varð ikki so nógv gjørt burtur úr hesum sum nú.
Eisini onnur flogfeløg í Evropa, sum nýta hesa flogtypu, hava til tíðir somu trupuleikar av flapsunum, men heldur ikki her verður so nógv gjørt burtur úr sum hjá okkum. Orsøkin til hetta er, sambært Christian Andreasen, at tá flapsirnir ikki koma út í Føroyum, so er neyðugt hjá okkum at lenda onkra heilt aðrastaðni, tí breytin her er so stutt. Aðrastaðni verður ikki gjørt líka nógv burtur úr, tí har verður lent kortini, tí breytin loyvir tí.
– Annars er tað ikki ein álvarsligur trygdarspurningur, tá lent verður uttan flapsir. Tað er ikki óforsvarligt at lenda uttan flapsir. Frá serfrøðingum havi eg fingið upplýst, at tað sum hendir er, at flogfarið má lenda við størri ferð enn vanligt og tí krevst ein longri breyt enn hana vit hava í Føroyum. Talan er ikki um eina vandastøðu. Trupuleikin er væl kendur millum operatørar, sum nýta hesa flogtypu, og allir flogskiparar sum flúgva hesa flogtypu kenna trupuleikan, og eru eisini útbúnir samsvarandi.
Spurdur um, hví flogskiparin so segði seinast, tá Atlantsflog lendi uttan flapsir, at talan var um eina neyðlending, svarar Christian Andreasen, at tað er nakað flogskiparin avgerð sjálvur.
Hann sigur, at tá var talan um eina váta breyt, har boðað var frá eini trygdarlending og tí stóð eyka tilbúgving klár. Men tað eru ongar reglur, sum siga, at talan er um eina neyðlending, tá lent verður uttan flapsir, staðfestir Christian Andreasen.
Góvust 11. september
Tað slagi av flogførum, sum Atlantic Airways flýgur við, hevur felagið sera góðar royndir av. Men hetta slagið av flogførum verður ikki framleitt longur, og spurningurin er hví teir góvust við hesum.
– Tað var eftir 11. september, at teir góvust við hesum. Tað hevði onki við typuna at gera, at teir góvust við at framleiða hetta slagið, men eftir 11. september í 2001 góvust teir við allari sivil framleiðslu av flogførum, sigur Christian Andreasen.
Stutt frammanundan hevði felagið brúkt í milliardaupphædd til at menna eitt nýtt nýtt slag, og hetta stendur nú á einum museum.
Lastar ikki Magna
Men hvat kemur so nú at henda, eftir at Atlantsflog fyri fjórðu ferð hevur havt trupulleikar við flapsunum innan fyri fýra mánaðir?
– Fyrst mugu vit fáa fastlagt, hví tað kemur fyri so oftani, áðrenn nakað annað verður avgjørt.
Men kemur hetta at fáa avleiðingar fyri Magna Arge?
– Nei, eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at nakar einstakur skal lastast í hesum málinum. Vit fara ikki eftir at tveita skuldina á onkran einstakan, men heldur ynskja vit at finna orsøkina til hetta, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur eisini, at hann heldur ikki hevur orsøk at halda, at tekniska deildin er trupulleikin í hesum, tí alt tú hoyrir, eisini frá fólki úti frá, er at tekniska deild hjá Atlansflog virkar serliga væl og at tey gera eitt gott arbeiði.
Nú fer kanningarnevndin so at gera sítt arbeiði, og um nakrar dagar fyriliggur helst eitt úrslit av teirra gjøgnumgongd, og tað sleppur Chistian Andreasen so at fyrihalda seg til tá.