NEVZA U19: Føroyar vunnu á Íslandi

Í kvøld verður Ongland mótstøðuliðið

Mynd: FBF

FBF skrivar á facebookvanga sínum:

 

-Føroysku U19 kvinnurnar vunnu á Íslandi

 

Ísland-Føroyar 1-3 (16-25, 23-25, 25-14, 13-25)

 

2025 útgávan av NEVZA U19 kappingini er byrjað í høllini á Hálsi. Føroysku U19 kvinnurnar løgdu fyri við at vinna rættuliga sannførandi á Íslandi.

 

Tað var eitt sannførandi liðavrik, sum gav Føroyum trý stig í fyrsta dystinum í kappingini. Vanliga hava føroysku kvinnurnar tað trupult ímóti Íslandi. Tíðliga í dystinum kundi tó staðfestast, at høvuðsvenjarin Ciro Zoratti hevði sett saman eitt sannførandi og sterkt lið, sum leikti munandi betur enn íslendsku genturnar. 

 

Sermerkt við dystinum var, at einans 14 ára gamla Anna Katrina í Haraldstovu fekk sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Anna Katrina fer allarhelst eisini at royna seg við U17 landsliðnum í januar.

 

Donsku U19 kvinnurnar vunnu sannførandi 3-0 á Onglandi (25-7, 25-19, 25-17).

 

Kl. 19.00 í kvøld leika føroysku kvinnurnar ímóti Onglandi og vinna tær hendan dystin, hava tær longu leikt seg í finaluna. Skrivar FBF.

 

Mynd: FBF