Um einki óvæntað hendir, so verður neyðtøkutilbúgvingin klár fyrst í komandi ári.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tá hann á tingi í dag varð spurdur um neyðtøkutilbúgvingina av Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi greitt, at hann hevði sett ein bólk at gera eitt tilmæli, og hann hevði eisini verið í samráð við Amnesty Føroyar um máli, og eftir ætlan skal tilmælið latast honum um hálvan desember.
Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi eisini greitt, at tá hann tók við sum landsstýrismaður, setti hann seg inn í málið sum skjótast, men tá vísti tað seg, at tað vóru ov fáir gynækologar í starvi.
Tann trupulleikin er kortini nú loystur, og manning er til staðar at hava eina neyðtøkutilbúgving, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Hetta er aðru ferð, at hesin spurningurin er settur landsstýrismanninum í ár. Sirið Stenberg hevði sama spurning fyrr í ár, og tá var svarið, at neyðtøkutilbúgvingin fór møguliga at vera klár seinast í árinum ella fyrst í komandi ári.
Nýggi fyrispurningin varð tí settur sum uppfylging til fyrra fyrispurningin, skrivaði Hervør Pálsdóttir í viðmerkingunum til fyrispurningin.