Trygd
Útgerðin, sum felagið í Klaksvík hevur gjørt avtalu um, er soleiðis háttað, at um ein maður dettur á sjógv, fer ein sendari beinanvegin at senda á eini altjóða neyðbylgju.
Undir marknaðarføringini av útgerðini í Føroyum eru tað serliga nøkur av føroysku alifeløgunum, sum higartil hava víst neyðútgerðini ans.
Hjá MP-Teknik siga tey, at sendarin er so lítil, at fólk saktans kunnu hava hann hangandi um hálsin í einum hálsbandi – ella í beltinum, sum er í einum bjargingarvesti.
Slóðbrótandi við hesum lítla sendara er, at hann kann halda á at senda í heilt upp í 36 tímar.
Nógvir møguleikar
Sendarin kann eitt nú setast í samband við eina støð, sum kann standa á bátinum ella á aliflakanum.
- Dettur maður á sjógv við eitt alibrúk, sendir støðin boð um fastnet-ella gsm telefon við boðunum “Mayday mayday man overboard”. Støðin kann ringja til í mesta lagi 10 telefonnummur og geva boð frá sær.
MP-Teknik sigur, at tá fólk so fara at leita eftir manninum, kunnu tey við einum hondpeilara finna mannin, og sendarin kann eisini peilast av skipum hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni, eins og tyrlum og flogførum.
- Lítli sendarin peilast heilt upp til 5 fjórðingar og í minsta lagi 2-3 fjórðingar. Hetta merkir, at maður, sum fer á sjógv, kann finnast og bjargast eftir stuttari tíð.
Langtrøkkandi skipan
MP-Teknik sigur, at tá SEA Marshall útgerðin verður brúkt av útróðrarmonnum, er sendarin háttaður soleiðis, at hann gevur boð inn á eina aðra langtrøkkandi skipan, sum er sett saman við einum gps’ara, sum sigur knattstøðuna, har báturin er staddur, tá alarmurin fór í gongd.
Útgerðin kann eisini brúkast av kavarum, og tá er hon vatntøtt í minsta lagi niður á 100 metrar, men er testað niður á 300 metrar.
- Kavarin útloysir eitt serligt flot sum ger, at sendarin fer upp til vatnskorpuna og sendir neyðboð.
MP-Teknik sigur, at við hesi útgerð eru ikki minst útrórðarmenn, sum mangan eru einsamallir á báti, nógv tryggari, tí neyðútgerðin hevur nógvar ymiskar møguleikar sum kunnu vera hentir, tá vanlukkan rakar.
- Ein av møgleikunum er, at útgerðin kann sløkkja motorin, um maður dettur fyri borð, sigur MP-Teknik í Klaksvík.