Neyðtikið fólkaræði

Fólkaræðið varð sett til viks, tá landsstýrið bombaði játtanina til Smyril Line gjøgnum tingið

Hósdagin kl. 13.30 beyð landsstýrið løgtingsfólkum á ein fund, har vit skuldu kunnast um Smyril Line málið.

Vit vistu einki um hetta stóra, prinsipiella mál - men vit skuldu viðgera tað sama dag.

"Kunningin" var av heilt serstøkum slag. Landsstýrið hevði nevniliga einki sum helst at siga við tingið - teir lótu í staðin leiðsluna í Smyril Line føra orðið.

Har sótu vit so, og sóu eina power-point framløgu hjá Smyril Line. Alt gott um hana. Men tað var tað. Vit fingu einki pappír í hondina og ongan veruligan møguleika at meta um tað, sum bleiv varpað upp á skíggjan.

 

Niðrand umrøða

Tá málið varð viðgjørt sama dag á tingi, var sama skilið. Landsstýrið gjørdi einki uttan at agitera fyri teirri avgerð, sum longu var tikin.

Tað eydnaðist landsstýrinum at yvirtala samgonguna at víkja frá øllum tíðarfreistum, men andstøðan fekk kortini skipað so fyri, at nógv fólk vórðu kallað inn á fund hjá vinnu- og fíggjarnevndini fríggjadagin.

Tey, sum ikki hava beinleiðis samband við Smyril Line, mæltu flest øll antin frá, ella vóru ivasom.

Men hesi fólk, sum andstøðan fekk kallað inn at upplýsa løgtingið, tosaði landsstýrið als ikki við. Landsstýrið tosaði ikki við nakran - uttan leiðsluna í Smyril Line.

Og ikki nóg mikið við tí. Undir viðgerðini tosaðu landsstýrið og einstakir samgongulimir ógvuliga niðrandi um feløg, sum hava gjørt stórar íløgur í Føroyum, hava skip skrásett her, og løna 100 tals fólkum. Vinnumálaráðharrin, sum vera skal, stóð ikki aftastur.

Og teir serfrøðingar, sum mæltu frá, vórðu av landsins leiðslu lagdir undir at ganga partapolitisk ørindi.

 

Hóttan á borðið

Tað, sum sagt varð, hevði kortini ávirkan. Fleiri samgongulimir ivaðust fríggjakvøldið stórliga í, um tað var rætt at lata seg trýsta til hetta.

Men beint áðrenn málið fór til aðru viðgerð, varð ein trumfur langaður á borðið: Eitt skriv kom til tingið frá stjóra og nevndarformanni í Smyril Line, har boðað varð frá, at fingu teir ikki pengarnar "verður Norrøna løgd í Bergen mánadagin".

Hetta er óhoyrt. Tingið hevði ongan møguleika at meta um hetta skriv. Og fleiri fingu illgruna um, at endamálið var at forða fyri, at tingið fekk stundir at seta seg inn í málið.

 

Ósvaraðir spurningar

Tí her vóru nógvir ivaspurningar, hvørs svar kundi ávirka málið.

Var tað veruliga rætt, at týski bankin ikki kundi bíða í tveir dagar eftir pengunum?

Var tað rætt, sum okkum var upplýst, at Norrøna í langa tíð hevur dumpað fraktprísirnar til frama fyri donsku fyritøkuna Blue Water, hvørs stjóri er nevndarlimur í Smyril Line?

Hví fekst eingin privatur íleggjari at seta pengarnar í? Var orsøkin veruliga at t.d. Eik og Føroya Banki ikki hava 30 mió. at læna út - tilsamans?

Var tað rætt, at menn hava arbeitt við at seta eina aðra, bíligari ferðafólkaferju í summarsigling?

Var tað rætt, at ein keypari er til Norrønu?

Hvussu forpliktað verður tað almenna at seta meira pengar í Smyril Line, um hetta ikki gongur?

Hvat skal henda við almenna partapeninginum um hetta, vónandi, gongur væl?

Hví vildi landsstýrið seta peningin í sum partapening og harvið tryggja sær beinleiðis ávirkan á felagið? Var tað eitt krav frá Javnaðarflokkinum, hvørs umboð einki sýntust hava ímóti politiskum vinnulívi?

Fer herda kappingin um farmin at gera, at onnur feløg antin vilja kroysta Norrønu av marknaðinum við prískríggi, ella sjálvar taka seg aftur?

Var tað rætt, at landsstýrið hevði vitað um hetta í fleiri vikur, men kortini ikki kom til løgtingið fyrr enn sama dag, sum viðgerðin skuldi vera?

Hevði landsstýrið langt síðani givið Smyril Line ta fatan, at skattakrónur vóru at heinta? Var tað orsøkin til, at privatir íleggjarar hildu seg burtur?

 

Bombað ígjøgnum

Hesir og 100 aðrir spurningar hingu í luftini. Høvdu vit bara fingið EIN dag eyka til viðgerðina, vóru vit væl betur fyri at taka avgerðina.

Men vit fingu knívin á barkan. Tað skuldi vera her og nú - uttan neyðuga vitan! Fólkaræðið bleiv rætt og slætt suspenderað. Samgongan læt seg trýsta, og segði frá sær møguleikan at geva málinum veruliga viðgerð.

Dahl, Eidesgaard og Kaj Leo fingu sín vilja. Teirra hugburður var best lýstur av Kára á Rógvi: "OKUR BOMBA TAÐ ÍGJØGNUM!"

 

Amputerað løgting

Nú skal tað almenna velja meirilutan av nevndini í Smyril Line. Landsstýrið fer í beinleiðis kapping við Samskip, Faroe Ship, Norlink, Safari, Fresh Link og aðrar privatar fyritøkur.

Danska fyritøkan Blue Water hevur langtíðaravtalu við Smyril Line. Landsstýrið skal altso eisini kappast vegna hesa fyritøku.

Vinnumálaráðharrin, sum skuldi tryggja vinnuni góðar karmar og javnbóðis treytir, umboðar nú ein av aktørunum. Og eingin av hinum veit, hvussu ofta henda fyritøka sleppur í landskassan eftir pengum.

Tað er ikki bara óheppið fyri hinar aktørarnar. Tað er verri fyri Smyril Line, tess nýggju leiðslu, og tess mongu, dugnaligu starvsfólk. Øll hesi fólk, sum landsstýrið og samgongan hava kroyst inn í ta politisku karusellina.

Men tað er beinleiðis pínligt fyri Føroya Løgting, sum læt seg trýsta av Johan Dahl, Jóannesi Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen til at seta fólkaræðið til viks.