- Ein livandi og savnandi felagsskapur er neyðugur fyri lív og vøkstur.
- Hetta er ikki minst neyðugt, um vit skulu halda okkum til endamál okkara, sum er at vekja upp trúarlívið og at menna felagsskap teirra trúgvandi, segði formaðurin í røðu síni.
Hetta hendi fyrrapartin leygardagin, tá Heimamissiónsfólk úr øllum landinum vóru samankomin til ársmøtið í Nesvík.
Ársmøtið varð hildið undir heitinum Møt menniskjum har tey eru, og lá hetta sum grundarlag undir tí mesta, sum fór fram hetta vikuskiftið.
Umframt frágreiðingina hjá formanninum varð fíggjarstøðan hjá rørsluni eisini lýst og umrødd. Sum víst aðrastaðni í síðuni er fólkið í Heimamissiónini glað at geva til arbeiðið.
Annars arbeiðir Heimamissiónin við at orða visjónir sínar fyri framtíðina. Hetta arbeiðið byrjaði á eini stevnu á Toftum í fjør heyst fyri 150 leiðarar í missiónsarbeiðinum tóku lut. Nú varð tikið í aftur hesar orðingar, har ein partur var um tann savnandi felagsskapin.
Vinir og familja
Í ársfrágreiðing sínari vísti Bergur m.a. til tvær kanningar um týdningin av einum andaligum felagsskapi.
Fyrra kanningin var gjørd millum ungfólk á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í fjør. Her varð staðfest, at tey ungu seta familjuna og vinirnar fremst í lívinum.
- Trúgv hevur teirra áhuga, men ikki politikkur, segði Bergur.
Hin kanningin varð gjørd millun danskan ungdóm í aldrinum 18-35 ár. Hon vísti, at tey søkja veruliga ein andaligan felagsskap.
- Hetta hendir fyrst og fremst vegna vinir og kenningar, men ikki vegna prædikur og talur, vísti hann á.
Her er talan um nærum helmingin av teimum ungu. Hinvegin vísti kanningin, at 10 % kom í felagsskapin vegna tað arbeiðið sum kirkjur og samkomur gera.
Bergur vísti á, at hetta vísir týðiliga og greitt, at sambandið við onnur hevur alt at siga fyri tað andaliga arbeiðið.
- Hetta sigur ikki, at vit skulu leggja boðanina á hillina, tí um menniskju møta upp vegna vinir og kenningar verða tey bara rokkin við boðanini, sum tey har hoyra.
Tey lokalu
Út frá hesum veruleika vísti Bergur á, at tað eru tvey øki sum Heimamissiónin serliga eigur at leggja dent á í framtíðini - familjuna og einleikan í rørsluni.
- Vit vilja styrkja kjarnufamiljuna, og vit vilja styrkja sambandið millum landsarbeiðið og tey staðbundnu arbeiðini, segði hann.
At styrkja sambandið millum landsarbeiðið og tað staðbundna arbeiðið er ikki løtuverk, og her átti hvør einstakur limur at geva sítt íkast til hetta. Her er - sum hann tók til - neyðugt at gamlar og nýggjar ósemjur mugu greiðast. Neyðugt er at læra seg at siga frá og taka mál upp sum skjótast, tá ið ósemja er!
- Tá ið okkara boðan skal vera at vit ynskja at verða sátt við Gud, so latum okkum ganga undan og liva samsvarandi hesum.
- Her má hvør rannsaka seg og kanna eftir um gamalt og illa luktandi og nógv niðurbrótandi agg og beiskleiki eru at finna nakrastaðni í lívi okkara, segði formaðurin.
Hann vísti á, at okkurt heilt aftur frá 70-árunum hevur fingið loyvi at seta seg fast. Men kom at enda við eini áheitan til hetta evnið:
- Einki kann bróta niður og styggja fólk frá okkum í tí staðbundna felagsskapinum og landsfelagsskapinum sum stríð millum trúarsystkin.
- Tí siga vit: Fyrigeving og næstrakærleiki skal eyðkenna systkinaflokkin, segði Bergur D. Joensen.