Rói Egholm, ein av stjórunum á Farex, var eitt av umboðunum fyri fiskivinnuna á landi, sum var á fyrilestrinum hjá Hazel Curtis týsdagin. Hann helt fyrilesturin vera rættiliga áhugaverdan, og serliga beit hann merki við, hvussu týdningarmikið tað í veruleikanum er at hava ein granskingarstovn sum Seafish í føroysku fiskivinnuni.
? Hon legði heilt smáar partar av granskingarætlanini hjá sær fram, men tað mest áhugaverda er, hvussu stovnurin Seafish arbeiðir, sigur Rói Egholm.
Hann greiðir frá, at granskingarstovnurin er partvís fíggjaður av ensku vinnuni og tí almenna. Hann kostar góð 11 mio. pund um árið, og vinnan fíggjar góðar átta milliónir pund.
? Fyri at seta enska stovnin í rætt perspektiv, so svarar fiskivinnan til gott 1% av samlaðu ensku vinnuni, men kortini lata teir yvir 120 milliónur krónur til gransking á økinum, meðan fiskivinnan í Føroyum svarar til 95 % av samlaðu vinnuni, og har verður ikki gevið ein króna til gransking, og tað er undrunarvert, sigur Rói Egholm.
Hann heldur, at stórur tørvur er á analytiskum tilfari um føroysku fiskivinnuna. Rói vísir á, at Hermann Oskarsson fyri Hagstovuna hevur sagt, at føroyingum vanta hagtøl og Rói kann ikki annað, enn taka undir við Hermann, tí hagtøl eru avgerandi um gransking innan fiskivinnuna skal fáast upp á føtur í Føroyum.
-Hazel Curtis arbeiðir millum annað við spurninginum, hvar onglendingar keypa sín fisk og hví, og bara tann spurningurin er rættiliga stórur og áhugaverdur at granska í, og ikki minst í Føroyum, heldur Rói Egholm
John Rajani samdur
Rói Egholm er ikki einsamallur um at halda, at tørvur er fyri einum granskingarstovni innan fiskivinnu í Føroyum. John Rajani, ið er við Hazel Curtis í Føroyum, skilir heldur raðfestingina í føroyskari fiskivinnu.
? Vit mangla avgjørt ein stovn sum Seafish í Føroyum, ið kann verða við til orða ein fiskivinnupolitikk í Føroyum fyri tey næstu 5- 10 árini. Sea Fish arbeiðir við, hvat brúkarin ynskir, hvørjar vørur eru tær bestu og hvussu vinnan skal klára seg í altjóða kapping, og hesir spurningar eru neyðugur at viðgera á granskingarstigi, sigur John Rajani.
John Rajani vísir á, at í Føroyum hava vit tann óvana at hyggja ov nógv aftureftir. Hann heldur, at vit vita fullvæl, hvussu fiskuri skal fáast til høldar, men tá, ið fiskurin er komin á land eru vit ikki nóg dugnaligir. ?Høvdu vit havt ein granskingarstovn, so høvdu møguliga fingið eitt meira ítøkiligt svar uppá, hví heili 50.000 tons fóru óvirkað av landinum í fjør, spyr John Rajani at enda.