Sum nógvir aðrir gestir hava tey eisini vitjað inni á Sosialin. Tey vórðu víst runt á blaðnum og fingu eina frágreiðing um føroyska presssu og um tað áhugaverda økið, har blaðið húsast. Vit høvdu eitt prát við hesi fryntligu hjún um teirra vitjan, um teirra arbeiði og um sambandið millum Føroyar og Týskland.
Tey eru komin til Føroya partvíst fyri at síggja landið og partvíst í embætisørindum. Tey skuldu havt verið her, tá ið sendiharravitjan var í Føroyum fyrr í ár, men tá lá ikki fyri. Tey mest ítøkiligu ørindini eru at fáa settan ein nýggjan konsul fyri Ásu á Dul Jacobsen, sum hevur havt hetta starv í nærum 20 ár, men sum nú hevur sagt seg frá. Tað kann vera nevnt, at undan henni var pápabeiggi hennara Jógvan á Dul konsul, so starvið hevur verið í ættini í fleiri ártíggir.
Spurningurin hevur verið frammi, um tað yvirhøvur er neyðugt at hava ein konsul, nú talan er um eitt so avmarkað øki sum Føroyar. Niðurstøðan gjørdist tó, at Týskland framhaldandi skal hava konsul her á landi. Hetta er ikki minst umráðandi, nú Føroyar gerast meira og meira sjálvstøðugar á uttanríkisøkinum. Tí er tað eisini av týdningi, at Týskland er umboðað í Føroyum.
Tað er eisini javnan, at týskarar, bæði fastbúgvandi og ferðandi, fáa brúk fyri teirri hjálp, sum ein konsul kann geva. Tað eru kanska ikki so nógvir týskarar, sum búgva í Føroyum, men økta alheimsgerðin ger jú, at fleiri og fleiri útlendingar, og eisini týskarar, koma hendan vegin og kunnu hava brúk fyri eini ella aðrari hjálp. Ása nevnir, at bert í hennara tíð hava verið seks deyðsføll, har brúk hevur verið fyri henni sum konsul.
Mannagondin við útnevning av konsli er, at eitt evni verður funnið. Tað skal síðan góðkennast av hægsta myndugleika, og henda prosessin er í gongd. Men tað verður neyvan leingi, til nýggjur konsul verður alment útnevndur.
Umframt hetta hevur sendiharran vitjað ymiskar myndugleikar. Hjúnini hava verið hjá løgmanni, hjá ríkisumboðnum og hjá borgmeistaranum í Havn. Tíð hevur eisini verið til at sæð eitt sindur av landinum, og her hava tey verið sera heppin, so gott veðrið hevur verið. Sum onnur ferðafólk eru tey sera hugtikin av okkara landi, sum tey ikki hava vitjað fyrr, men hvør veit um tey ikki koma aftur.
Tosað var eisini um sambandið millum Føroyar og Týskland. Vit hava havt munandi fiskaútflutning hagar í mong ár, og tað vóru eisini tær tíðir, tá eitt stórt tal av føroyskum fiskimonnum vóru við týskum trolarum. Heldur ikki er tað heilt sørt, sum týsk skip hava landað av fiski í Føroyum, og í hesum sambandi hevur eisini stundum verið neyðugt við konslahjálp.
Hevur upplivað Idi Amin
Gerhard Nourney, sum er føddur í 1943, er ein sera royndur diplomatur. Hann hevur arbeitt hjá týsku uttanríkistænastuni síðan 1972. Hetta arbeiði fer lutvíst fram í uttanríkisráðnum í Týsklandi og partvíst við at verða sendur út sum sendiharri í ymisk lond. Her verður vanliga støðgað í trý ár, til aftur skal flytast, antin heim til Týskland ella til eitt annað land. Hetta kann vera hart fyri eitt familjulígv og ikki minst fyri børnini. Men tey bæði eru so heppin at hava fýra børn, og hetta ger tað lættari. Uttan mun til flyting koma børnini í hvussu er at halda saman, og fleiri tey eru, tess betur. Hetta hevur riggað væl hjá teimum.
Tey hava í hvussu er verið víða um, og hava sæð lond sum eru so ymisk, sum tað kann hugsast. Fyrsta land tey virkaðu í var í Uganda, meðan Idi Amin var í vælmaktini. Tey, sum minnast, vita, at stýrið hjá Idi Amin var eitt ræðustýri, sum setti Uganda nógv ár aftur í tíðina. Uganda var eina ferð eitt tað fremsta land í Afrika. Tað, sum Idi Amin gjørdi, var at finna syndabukkar fyri, at ikki alt gekk eftir vild. Tískil fekk hann rikið allar indarar av landinum. Men tað vóru hesir, sum tryggjaðu eitt vælvirkandi handils- og vinnulív í landinum, og úrslitið varð hareftir. Tað hendi nakað tað sama sum í Zimbabwe, har tey flestu hvítu er rikin av landinum.
Tá í tíðini var Kenya tað eitt av teimum frægu londinum í Afrika við Kenyatta sum forseta, og hagar plagdu tey at fara, tá ið onkur serlig ørindini skuldu gerast og tá keypast skuldi inn.
Sum alla aðra staðni, so broytist eisini her. Verandi stjórnarleiðari í Uganda eitur Museveni, og nú er nógv betri vorðið í Uganda, meðan tað er gingið hin vegin við Kenya.
Onnur lond, har tey hava virkað eru til dømis Grikkaland, Turkíið, Colombia, Frakland og nú Danmark, har tey hava verið í tvey ár. Sigast kann, at tey mugu hava upplivað eitt sindur av hvørjum. Tá trý ára skeiðið er úti hjá Gerhard Nourney, er tíð hjá honum at fara frá fyri aldur, og tá flyta tey heim aftur til Týskland.
Í Týsklandi hevur Gerhard Nourney verið leiðari av skúlanum, har diplomatar verða útbúgvnir. Henda útbúgving er í gamla høvuðsstaðnum Bonn, og er nærum einasti partur av uttanríkisráðnum, sum ikki eru fluttur til Berlin, sum varð gjørdur til høvuðsstað í staðin fyri Bonn fyri nøkrum árum síðani.
Tá tvey Týsklond gjørdust til eitt
Týska uttanríkistænastan er nógv broytt í tíðini hjá Gerhard. Ein tann størsta broytingin man vera, tá tey bæði Týsklondini løgdu saman. Tá ið Gerhard byrjaði sítt virki á hesum øki, var tað bert vegna Vesturtýskland. DDR, Eysturtýskland, var ein harðkókaður kommunanistastatur, har borgararnir stórt sæð ikki skuppu av landinum, og tey vóru fá, sum trúu uppá nakra týska sameining, hóast nógv droymdu um tað. Men hetta hendi kortini, tá ið DDR skramblaði saman, og londini vórðu samanløgd. Knappliga umboðaði týska uttanríkistænastan eitt nógv størri land, sum nú gjørdist tað fólkaríkasta í Europa. Hetta hevur eisini sett síni krøv, men hevur eisini givið Týsklandi ávirkan, sum stórt sæð má sigast at hava verið gagnlig.
Ein spurningur, sum tók seg upp í samband við samanleggingina var, hvat ið skuldi henda við uttanríkistænastuni hjá DDR. Hildið varð, at hon hevði gott samband við lond, sum Vesturtýskaland ikki hevði so nógv samband við, tí skuldi hon sleppa at halda áfram hjá sameinda Týsklandi. Men hetta kom ikki uppá tal. Eysturtýsku diplomatarnir høvdu helt aðrar fortreytir og heilt aðra skúling, og teir vóru eins nógv roknaður sum njósnarar av Vesturtýsklandi, so stórt sæð eingin, sum hevði verið við í uttanríkispoltikkinum hjá DDR, slapp at halda áfram. Einastu undantøk vóru nakrir tolkar.
Annars ásannar Gerhard Nourney, at Týskland framvegis kann metast sum eitt sundurbýtt land, har tey eystanfyri eru verri fyri enn vestanfyri. Men arbeitt verður fyri at javma hendan mun, og tað skuldi gagna hesi søk, at sitandi týski kanslarin Angela Merkel kemur úr gamla DDR.
Tað var var stuttligt at hitta týsku gestirnar inni á Sosialinum, og vit ynskja teimum góða ferð heim aftur.