Neymar á Old Trafford í februar

Champions League: Her er skráin fyri 1/8-finalurnar, har Manchester United fær vitjan av PSG

Í dag var lutakastið til 1/8-finalurnar í Champions League. Talan er um fleiri spennandi uppgerðir, har bæði søgurík og feløg við ítróttarligari viðgongd møtast. 

Les eisini: Liverpool og United fingu torføra mótstøðu

Nú er skráin klár fyri tær átta uppgerðirnar, sum telja ein dyst á heimavølli og ein dyst á útivølli. Dystirnir verða spældir millum 12. feburar og 13. mars. Allir bólkavinnararnir byrja á útivølli, sum verður mett at verða ein lítil fyrimunur.

Champions League 1/8-finalurnar:

12. feburar og 6. mars:

Manchester United vs PSG

Roma vs Porto

13. feburar og 5. mars:

Tottenham vs Borussia Dortmund

Ajax vs Real Madrid

19. feburar og 13. mars:

Lyon vs FC Barcelona

Liverpool vs Bayern

20. feburar og 12. mars:

Schalke vs Manchester City

Atletico Madrid vs Juventus