Neyvan allur sannleikin

Tað var einki minni enn ein politisk bumba í Danmark, tá sosialdemokraturin Henrik Sass Larsen í dag kunngjørdi, at hann verður ikki ráðharri í teirri komandi stjórnini, tí PET vil ikki geva honum ta kravdu trygdargóðkenningina sum ráðharri.

Orsøkin til avgerðina hjá PET er sambært Henrik Sass Larsen, at hann hitti ein rockara í heimbýnum Køge í summar. Rockarin, sum hevur dóm fyri harðskap, var komin at biðja politikaran hjálpa sær í einum máli um foreldramyndugleika.

Men fleiri eygleiðarar og onnur undrast á, at eitt stutt prát við ein rockara kann vera nóg mikið, til at PET ikki vil trygdargóðkenna Henrik Sass Larsen. Fyrrverandi PET-stjórin Hans Jørgen Bonnichsen sigur seg vera ovfarnan av tíðindunum, og tað sama sigur tann kendi løgfrøðiprofessarin Eva Smith.

Niðurstøðan hjá teimum flestu er, at okkurt er í málinum, sum ikki er komið fram, hóast Hanrik Sass Larsen sigur, at har er einki annað.

Henrik Sass Larsen hevur verið politiskur framsøgumaður hjá sosialdemokratunum, og tey flestu væntaðu, at hann skuldi umsita fíggjarmál í teirri næstu stjórnini.