Eitt lágtrýst millum Ísland og Føroyar fer eystureftir og fer týsmorgunin framvið Føroyum og hevur avfall við sær. Jólaaftan kemur køld luft við vetrarkendum ælingi úr einum landnyrðingi. Jóladag fer eitt veikt lágtrýst framvið Føroyum vestanífrá, og hevur avfall viðð sær. Eitt nýtt rættiliga sterkt lágtrýst nærkast 2. jóladag havinum beint sunnanfyri Føroyar.
Tollaksmessudag
Tollaksmessudag verður eitt gul til stívt andøvsgul úr suðri og útsynningi, seinni úr suðri og landsynningi. Regn, vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum eitt og fimm stig. Jólaaftansnátt verður turt og mest sum klárt, hitin beint undir frostmarkið og upp í fýra hitastig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi úr landnyrðingi.
Jólaaftan
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi úr landnyrðingi ella norði, seinni gul til stívt andøvsgul. Sólglottar, men kanska vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum eitt og fimm stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul, turt g mest sum klárt, hitin millum tvey hitastig og trý kuldastig.
Jóladag:
Gul til stívt andøvsgul úr vestri. Samdrigið við kavaslættingi ella kava av og á. Hitin millum frostmarkið og fimm hitastig. Um kvøldið og náttinga lot til andøvsgul úr útsynningi, skýggjað og onkrastaðni eitt sindur av vátaslettingi ella kava. Hitin millum eitt kuldastig og trý hitastig.
2. Jóladag:
Hann veksur vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr suðri og landsynningi, um náttina upp í hvassan vind. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum trý og seks stig.
Leygardag:
Strúkur í vindi upp í skrið úr ymsum ættum. Mest skýggjað og regn stóran part av degnum. Hitin millum fýra og sjey stig.
Sunnudag
Gul til stívt andøvsgul úr landnyrðingi. Turt og møguliga sól. Hitin millum tvey og fimm stig.