Neyvan Karibia

Millum próvtakararnar fríggjadagin var eisini Jóannes Eidesgaard, sum flest øll munnu kenna. Eisini hann hevur stóran áhuga í sigling og báti, og sigur hann, at grundin til, at hann tók dugnaskapsroyndina er av berum áhuga

Bátalív: ? Nei, eg komi neyvan so langt sum til Karibia, segði Jóannes Eidesgaard, tá Sosialurin tosaði við hann mánamorgunin. ? Hetta er bara reinur áhugi. Mær hevur altíð dámað væl at fjasast við bát, og eg eigi eisini bát sjálvur. Og hetta prógvið gevur mær jú loyvi at føra skip upp til 100 tons á heimasjógvi.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta var ein møguleiki, sum hann valdi at taka av, tí hann hevur stóran áhuga í fakinum. Áðrenn politisku karrieruna var Jóannes lærari, og tá hann hevði verið lærari í 10 ár, tók hann farloyvi í 2 ár fyri at sleppa til skips, og eisini var hann til skips, hvørja summarfrítíð.
? Hetta er absolutt ikki valflesk, sigur Jóannes Eidesgaard flennandi. ? Men tað er væl ikki nakað afturstig fyri ein politikkara at hava innlit í ymisk mál, tí tað gevur jú grundarlag fyri betri politikki. Politikkur er jú alt, og júst sum aðrir eru áhugaðir í haga, veðrum og landbúnaði, so eri eg áhugaður í bátum og tí, sum hartil hoyrir.
Hvat dugnaskapsroyndin verður brúkt til, dugir Jóannes ikki at siga. Men í fyrsta umfarið letur hann Karibia fáa frið.