Seinastu vikuna hevur Eivør ligið við hálsbruna, men helt seg vera í góðum standi, tá hon fór til Íslands. Tá ið hon mánamorgunin vandi saman við orkestrinum, merkti hon brádliga, at røddin ikki vildi akta hana, og valdi tí at fara til ræddarlækna í Íslandi, tí hon kendi á sær, at okkurt óvanligt var á vási.Tilmælið frá ræddarlæknanum var, at Eivør skuldi halda frí minst 1 viku og helst 2 vikur.
Íslendska Symfoniorkestrið, ið telur 80 mans til henda túrinum, er komið so mikið ávegis við fyrireikingunum og hevur glett seg at koma til Føroya at spæla fyri føroyingum, og tí er avgjørt at halda fast við konsertirnar bæði í Reykjavík og í Tórshavn.
Í Tórshavn kunnu vit nú ístaðin gleða okkum til at hoyra føroysku sangirnar sungnar av Nicolinu av Kamarinum og Anniku Hoydal. Nicolina og Annika eru at kalla upprunafólk til føroysku sangirnar, ið eru á skránni, nevnliga “Tá kvøldið kemur”, “Mær leingist”, og “Eitt kvøldið so síðla”, og sostatt er tað besta loysnin, nú tá ið Eivør tíverri hevur fingið fráfall. Íslendsku sangirnar, ið Eivør skuldi syngja, kemur Diddú, ið var solistur hjá føroyska symfoniorkestrinum til nýggjárkonsertina, at framføra ístaðin.
Við heitinum á konsertunum “Minni úr farnari tíð” í huga verður mett, at tær báðar Nicolina og Annika, sum nú avloysa Eivør, liva væl upp til heitið og fara uttan iva at seta sín serliga dám á konsertinar. Men um tað er onkur, ið kennir seg snýttan av broytingini í skránni, ber sjálvandi til at fáa peningin fyri atgongumerki endurgoldnan við at venda sær til Norðurlandahúsið.