”Vit eru 33 limir, sum við einum høggi kunnu flyta samfelagið 30 ár fram,” soleiðis røðaði Rigmor Dam á Tingsins røðarapalli tann 13 mars, tá ið Føroya Løgting feldi uppskotið um broytingarnar í hjúnarbandslógini. Tað er ikki bert í Føroyum, at stríðið um javnrættindi er í hásæti.
Í Russlandi stríðast samkynd um javnrættindi, og í Uganda verða lógirnar eisini herdar mótvegis samkyndleika. Í Bretlandi hevur sama stríð verið í mong ár við Stonewall felagsskapinum á odda. Men í komandi viku kunnu samkynd í Bretlandi loksins lata seg í brúðarklæðini og lýsast sum hjúnarfelagir. Loksins, tí ferðin mótvegis javnrættindum hevur verið long og krókut.
Homofobiska Bretska fortíðin
Í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Hetta var ein gøla sambært Konservativa flokkinum, sum í nógv ár talaði móti at samtykkja lógaruppskot, sum umrøddu javnrættindi hjá samkyndum.
I 1988 setti konservativa stjórnin við Margaret Thatcher á odda í verk ´Section 28´. ´Section 28´ var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika. Fram til 2001 hevði Stóra Bretland eisini ein høgan kynsligan lógaldur fyri samkyndar menn. Hann var 21 ár fram til 1994, meðan hann var 16 fyri hinar íbúgvarnar. Í 1994 varð kynsligi lógaldurin fyri samkyndar menn settur niður, men var millum 1994-2001 tvey ár hægri enn fyri helmingin av Bretsku íbúgvunum. Í 2003 varð ´Section 28´ reglugerðin strikað sambært kongaligari staðfesting. Men hetta var bert fyrsta fetið á leiðini.
Konservativi flokkurin blotnaði av álvara í 2005, tá ið David Cameron gjørdist formaður, og við David Cameron á odda er hugburðurin mótvegis samkyndleika broyttur í Konservativa flokkinum. Tískil hevur kravið um javnrættindi vunnið frama í teimum størstu flokkunum. Í 2005 kundu samkyndir Bretar frøðast um, at teir kundu ganga saman í skrásett parlag, og 17. juli í fjør varð eitt lógaruppskot samtykt, sum loyvir samkyndum Bretum og Walisarum at giftast tann 29 mars 2014. Talan er tó bert um borgarligar vígslur. Summir samkyndir Bretar hava trupult við at trúgva, at 29.mars skjótt er veruleiki.
» Eg havi trupult við at trúgva hesum«
- Eg havi trupult við at trúgva hesum, skrivar Matthew Parris í almannahugsanini í The Times í dag. Matthew Parris er Bretskur journalistur og fyrrverandi konservativur politikari. Hann var limur í Bretska parlamentinum millum 1979-1986. Men hann er eisini samkyndur. Í dag frøðist hann í almannahugsan sínari í The Times. Hann frøðist um, at niðurteljingin til fyrstu samkyndu vígslurnar loksins kann byrja.
- Ongland hevur tikið meg og mínar samkyndu vinir á bóli. Land okkara hevur sýnt fram sín rætta lit. Okkara landsmenn- og kvinnur hava sýnt fram sín rætta lit. Vit kunnu takka teimum, og tey kunne breggja sær av hesum bragdinum, skrivar Matthew Parris.
Almannahugsanin (Opinion) hjá Matthew Parris stendur er á www.thesundaytimes.co.uk