Niels var eisini kallaður Niels í Dali. Í Bankabókini, 50 ára ritinum hjá Sjóvinnubankanum, greiddi Niels Juel Arge frá grannahúsunum hjá Sjóvinnubankanum niðri í Gongini. Eitt av hesum húsum var tey »í Dali«.
Søgan hjá húsinum gongur aftur til 1646, men navnið kemur av, at abbi Niels var ættaður úr Norðradali. Í hesum húsum kom Niels at liva til sín doyggjandi dag.
Foreldrini hjá Niels vóru Johanne Cathrine Margrethe f. Joensen og Jacob Olsen. Mamman doyr ung. Niels fer til Syðradals og er hjá gudpápa sínum Kristiani, til hann fer í skúla. Tá fer hann út á Argir til fastrina Marin, sum var gift við Jákup á Skølti.
Óli, beiggi Niels, gekk burtur bert 22 ára gamal á útróðri saman við Jens í Gong, einum øðrum av grannahúsunum hjá Sjóvinnubankanum, og tveimum øðrum 25. januar 1887.
Átta dagar eftir, at hann var konfirmeraður fór Niels til sjós við »Lothar« hjá Hansen konsuli. Siglt varð millum oyggjarnar við vøru til úthandlarnar í Vestmanna, Vágum, Kvívík, Árnafjørð og Eiði, sum var størsti úthandilin hjá fyritøkuni. Á Eiði var tá so nógvur útróður.
Við Lothar var Niels i fýra ár. Síðan fór hann við Hemaranum til Íslands, tá ið hann var seldur hagar. Ferðin til Íslands var ring, tók heilar fjúrtan dagar.
Í Íslandi hevði ein skipari frætt, hvussu óførir føroyingar á Hemaranum vóru at fiska. Hann bjóðaði av at kappfiska. Tá ið avtornaði hevði Niels fingið 34 fiskar og íslendingurin 9. Men tað var eisini munur á reiðskapum. Her komu íslendingar at læra av føroyingum.
Niels fór í politistaliðið í Havn og var har í fýra ár. Teir møttu tveir og tveir tíggjunda hvørt kvøld. Vaktin var so til morgunin eftir. Fasta lønin var 7 krónur um mánaðin og hálvonnur skeppa av korni um árið umframt møguleika at velta á Skansatrøðni.
Tá politistatíðin var liðin fór Niels at fiska. Skiparaprógv fekk hann frá Jens Mohr í 1897, og tað gekk væl hjá honum.
Skip fekk Niels at føra. Hann fór niður til Onglands eftir Livingstone hjá Christian hjá Ludda. Men nú merkti hann, at heilsan var ikki nóg góð, og hann segði hana frá sær.
Saman við Lias í Rættará fór hann nú at byggja deksbátar. Hetta var áðrenn motorarnir komu, so teir verða bygdir til segl.
Pápabeiggin fór til New Zealand
Niels átti ein pápabeiggja, Niels, sum var føddur í 1837. Hann fór blaðungur út í stóru verð og endaði í New Zealandi. Eingin visti hvat varð av honum, og Niels varð tískil uppkallaður eftir pápabeiggjanum. Hann vitjaði eina ferð heim aftur og var hetta seinastu ferð, at tað frættist frá honum.
Tynt lýsi til motorin
Andreas Ziska skrivar í bókini »Tórshavn Lív og Virki« at undir fyrra heimsbardaga var ikki møguligt at fáa olju, og tí varð roynt at nýta lýsi til motorarnar. Lýsið dálkaði tó illa.
Millum teir Havnarmenn, ið høvdu lýsihitaðan motor í hesi krígstíð var Niels Flemming Olsen. Eina ferð settu teir tó upp á Skarvanesi, men so funnu teir uppá at tynna lýsið, og tá bar væl betur til.
Eisini í meinigheitshúsinum og arbeiðsmannafelagnum
Niels var eisini virkin í kirkjuligum virksemi. Hann varð valdur í stýrið fyri Meinigheitshúsið i 1908. Hesa tíðina gjørdist tað ein spurningur, bæði um Jákup Dahl, sum tá var lærari við realskúlan, skuldi sleppa at leiða møti í Meinigheitshúsinum, og eisini um hann skuldi tala á føroyskum. Støðan hjá Niels og Sámal á Krákusteini var, at »det er aldeles ligegyldigt, hvad enten Talen er paa dansk eller færøsk, naar blot Foredragets indhold er religiøst opbyggeligt og fri for al Politik og Partiskhed.« Niels sat í stýrinum til 1911.
Keldan til hendan partin er Johannes Andreas Næs, sum júst er blivin 90 ár. Høvið verður nýtt at ynskja honum tillukku við tøkk fyri hansara beinasemi, tá heitt hevur verið á hann.
Niels var eisini í 1916 við í royndunum at fáa sett á stovn eina handverkaradeild í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann var eisini í fleiri ár nevndarlimur í felagnum.
Heiðursgrein í Dimmalætting 4.10. 1950
I gaar rundede en af Thorshavns ældste borgere Niels Flemming Olsen (Niels í Dali) 80 Aar. Markeringen af dette skarpe Aldershjørne forbigaar han selv uden større dikkedarer og fortsætter sit Arbejde ganske som altid. Han er én af de faa Borgere í Thorshavn, hvis første og kan hænde eneste Aktiv fra først af var en brændende Arbejdsvilje og et godt Haandelag og naturlig Kløgt.
Den Skole, han gennemgik fra sin tidligste Ungdom, var Livets egen. Det faldt ham naturligt tidligt at pløje Søen, om Sommeren med Skib, om Vinteren med Baad. Indimellem senere mere og mere regelmæssigt blev det den karrige Udmark, han gik i Gang med at pløje. Han blev en af Thorshavns betydeligste Trødyrkere.
Paa en lang række områder har der i Tidens løb været stillet Niels Fl. Olsen Opgaver. De er ikke blevet mindre med Aarene. Han har udført al slags Haandsværkarbejde været med til eller ogsaa selv forestaaet opførelse af Bygninger i Tømmer saavel som i Betong, endog i Aarene efter, at Støvets Aar var passeret. Og det har paa ethvert Omraade, hvor Arbejdet har været lagt paa hans Skuldre vist sig at være Kvalitetsarbejde, som er udført.
Arbejdsdagen har været streng og lang, og Skæbnen har heller ikke altid skænket ham lutter Smil, men Livsviljen og en medfødt Evne til aldrig at miste Livets lyse Sider af Syne har bevaret ham spændstig og ung. Et bedre forbillede end Niels Flemming Olsen kan Thorshavns Ungdom ikke ønske sig.
Ættin
Niels, f. 3.10 1870 – d. 22.11 1965, giftist við Ellen Malene Haraldsen f. 1867 úr Miðvági. Hon er helst deyð ung. Tí er hann jarðaður í gamla kirkjugarði sum ein av teimum seinastu.
Tey fingu børnini Johanna Jacobina f. 1902, Harald Fredrik f. 1904 og Elvira Maria f. 1908. Elvira giftist við dananum Henry Olsen, sum hevði handilsvirksemi í Havn. Tey fingu í hvussu er eina dóttir og sonin Ole Yde Olsen, sum hevði handil við el-tólum. Harald sigldi undir krígnum sum stýrimaður við einum Mærsk skipi. Hann doyði í 1942, helst av krígsávum. Meira vita vit ikki um hansara ætt.
Í komandi parti verður greitt frá Gerhard Vilhelmsen, sum í 1880 fekk heiðurstekin fyri at hava verið við til at bjarga skipbrotnari manning.