Niels Olgar Joensen 50 ár

Sunnudagin 13. februar 2005 fyllir Niels Olgar Joensen í Sandavági 50 ár.

Niels Olgar er føddur og uppvaksin í Sandavági. Foreldrini, Hjørdis, f. Heinesen, og Finn Joensen, eru bæði úr Sandavági.

Eftir loknan barna- og realskúla fór Niels Olgar til Havnar, og tók hann studentsprógv í Hoydølum.

Ætlanin hjá honum var at lesa til verkfrøðing, men hann fór heldur at hjálpa pápanum í fyritøkuni við hýrivognum, lastbilum og bussum.

Seinni yvirtók Niels Olgar sjálvur fyritøkuna, sum eisini rekur Ferðamannheimið á Giljanesi.

Hann hevur verið virkin í fráhaldsrørsluni á Føroyum og var við til at stovna UTF (Ungtemplarasamband Føroya) og sat í nevndini har í mong ár.

Hann er eisini limur í Javnaðarflokkinum og hevur verið stillari hjá flokkinum í Vágum.

Niels Olgar syngur í Vágakórinum og Sandavágs Sangkóri.

Hann er ein sera arbeiðssamur maður, sum hevur tað best, tá hann hevur nokk at takast við.

Niels Olgar er giftur við Sólvá, f. Jacobsen, úr Sandavági. Tey eiga trý børn, Heidi 20 ár, Brian 17 ár, og Fríðfinnur 5 ár.

Føðinardagurin verður hildin í heiminum í Sandavági leygardagin 12. februar. Opið hús verður frá kl. 18, og kl. 22 verður grannaveitsla.