Krígsleivd
Havið goymir so mangt. Tað munnu ikki minst, teir, sum dag og dagliga trola á havsins grunnum sanna, tí tað kemur meiri enn so fyri, at trolarar fáa ymiskt í trolið, sum liggur og rekist á havsins botni, men sum onki hevur við fisk, ella natúruna annars, at gera.
Tað fekk ikki minst manningin á hvalbiartrolaranum, Niels Paula, at síggja, seinasta túr teir vóru úti.
Tá ið teir togaðu trolið, sóu teir, at leivdirnar av einum flogfari hekk í trolinum.
Tað mesta av skrokkinum hekk uppi í, men tá ið trolið kom at borið, datt skrokkurin av og fór til botns aftur.
Ymsar leivdur av flogfarinum vórðu kortini hangandi og vórðu bjargað inn á dekkið.
Ímillum lutirnar, sum Niels PauliBjargaði á dekkið, voru nakrir stórir tangar av gummi, eitt hylki rundanum motorin, ein dynamo, ella okkurt sovorðið, ein maskinbyrsa og aðrir lutir.
So tað er eyðsæð, at talan er um eitt flúgvara frá krígnum.
Tað var á eini leið vestanfyri ímóti íslandsmarkinum, at Niels Pauli fekk flúgvaran í trolið. Skiparin, Sveinur Poulsen, sigur at á eini ávísari leið har vesturi, liggur nógv og rekist á botninum og har fáa trolararnir javnan ymsar lutir í trolið, sum kundi bent á, at teir koma av flúgvarum.
Men tað var ikki aakkurát á hesi leiðini, at Niels Pauli fekk hendan flúgvaran.
Tað sæst á lutunum, at talan hevur verið um ein stóran flúgvara, kanska eitt bumbuflogfar.
Men har var onki, sum kundi sagt, hvaðani flúgvarin var.
Einasta ábendingin um, hvaðani flúgvarin kann vera, er, at á dynamo?ini er ein pláta við við nøkrum upplýsingum á og har stendur, at hon er gjørd í New Jersey í USA.
Enn er óvist um tað ber til at eyðmerkja flúgvaran útfrá teimum fáu upplýsingunum, sum eru.
Hetta er aðru ferð, at Niels Pauli hevur fingið flúgvara í troli. Fyri nøkrum árum síðani fingu teir ein flúgvara í troli í Hattonbank. Tað ferðina fingu teir mestsum allan skrokkin í troli. Talan var um ein lítlan flúgvara, men hann var ikki frá krígnum, tí tað var ein vanligur flúgvari.