Framtaksgrunnurin og Bjarni Djurholm
- Eg eri rættiliga vónbrotin!
Niels Winther Poulsen, løgfrøðingur, var formaður í Framtaksgrunninum í eitt ár frá apríl 2002 til apríl 2003.
Men síðani hann fór frá sum formaður, hevur hann tvær ferðir umboðað bólkar av vinnulívsfólki, sum hava bjóðað upp á Fiskavirking.
Og nú er eisini hann drigin upp í ósemjuna ímillum Dagmar S. Joensen, sum nýliga er farin frá sum forkvinna í Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.
Og tað kemur rættiliga óvart á Niels Winther Poulsen.
Tá ið Dagmar S. Joensen í brævi til Løgmann, lýsir málið um Rúsuna og Framtaksgrunnin við sínum brillum, skuldsetir hon eisini Niels Winther Poulsen fyri at leggja trýst á Framtaksgrunnin og at seta stór virði hjá grunninum í vanda.
- Eg má viðganga, at eg eri rættiliga vónbrotin av hesum, staðfestir Niels Winther Poulsen.
Hann øtast og heldur, at hetta eru álvarsligar ákærur, sum Dagmar Joensen setir fram ímóti honum.
- Tað er rættiliga burturvið, at halda, at eg skal hava nakra sum helst ávirkan á tær avgerðir, sum Bjarni Djurholm, tekur, sigur hann
Í brævi sínum til løgmann, sigur Dagmar S. Joensen, annars, Her eru persónar inni í myndini sum, í samband við samanleggingina í 2004 av gamla Faroe Seafood og United Seafood gjøgnum Bjarna Djurholm........ høvdu roynt at trýst grunnin til at taka avgerðir til teirra frama. Avgerðir ið høvdu verðið orsøk til, at stór virðir hjá grunninum vóru sett í vanda. Hesir persónar eru Árni Arge, Hákun Steingrimsson og Niels Winther Poulsen.
Høvdu sera gott samstarv
Tað undrar eisini Niels Winther Poulsen, at eftirmaður hansara í formanssessininum í Framtaksgrunninum setir ákærir sum hesar fram ímóti honum.
- Tá ið eg gjørdust formaður í 2002, varð Dagmar S. Joensen næstformaður. Vit høvdu eitt gott samstarv tað árið, vit sótu í Framtaksgrunninum saman og eg minnist ikki nakra ósemju okkara millum, staðfestir Niels Winther Poulsen.
Tað ørkymlar hann eisini, at hann -eftir at hann fór úr grunninum- verður skuldsettur fyri at mótarbeiða at Fiskavirking og Fiskasølan vórðu samanløgd.
- Eg havi tvær ferðir bjóðað upp á Fiskavirking vegna ein bólk av reiðarum. Longri er tann søga ikki. Tilboðið, sum kom upp á Fiskasøluna, hevði eg heilt avgjørt onki við at gera.
Annars staðfestir Niels Winther Poulsen, at tá ið hann kom í Framtaksgrunnin, var tað ein einmælt nevnd, sum tók undir við, at Fiskavirking og Framtaksgrunnurin skuldu ikki leggast saman.
- Vit vóru fullsamd um, at Fiskasølan skuldi ikki leggjast saman við Fiskavirking, men at hon skuldi fáa møguleikan at prógva sín tilverurætt.
Hann sigur, at tað árið hann sat, var gongdin í Fiskasøluni soleiðis, at nevndin føldi onga orsøk til at broyta meining um tað avgerðina.
- Vit vóru á onkrum fundi við Fiskasøluna, har øll vóru rættiliga positiv um gongdina.
Hann kann so bara staðfesta, at síðani hann fór úr Framtaksgrunninum í 2003, hevur nevndin broytt meining og hevur eftir øllum at dømum mett, at tað var rættast at leggja báðar fyritøkurnar saman.
- Men tað havi eg als onki havt við at gera, leggur hann afturat.
Kendi onki politiskt trýst
Í brævinum har Dagmar S. Joensen greiðir løgmanni frá málinum, ger hon nógv burturúr, at Bjarni Djurholm, landssýrismaður, skal hava lagt seg út í arbeiðið hjá Framtaksgrunninum og at hann skal hava lagt trýst á nevndina fyri fáa hana at taka ávísar avgerðir. Var hetta eisini eitt, ið tú merkti, tað árið, tú vart formaður?
- Nei, tað var tað ikki. Men tað árið, eg sat í Framtaksgrunninum og helst aftaná eisini, var formansstarvið í Framtaksgrunninum ein tann heitasti sessurin í landinum.
Grunnurin hevði størstu fyritøkur í landinum undir hond. Hetta vóru samstundis fyritøkur, sum høvdu sera stóran týdning út í nógvar krókar í samfelagnum.
-Tí er tað tað ikki annað enn natúrligt at tað var sera stórur áhugi fyri, hvar vit høvdust at, sigur Niels Winther Poulsen.
- Og sum formaður í Framtaksgrunninum, má ein tola eitt sindur av hvørjum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað vóru nógvir politikarar og vinnulívsfólk, sum høvdu eina greiða meining um Framtaksgrunnin og sum eisini søgdu tað hart við hann.
- Men hetta upplivdi eg ongantíð, sum eitt trýst, hvørki frá Bjarna Djurholm, ella nøkrum øðrum. Eg upplivdi tað sum um at fólk søgdu sína meining og tað er ikki annað enn natúrligt.
- Sjálvandi skulu politikarar hava áhuga fyri tí, sum Framtaksgrunnurin gjørdi og sjálvandi skulu teir siga sína meining við nevndina í Framtaksgrunninum, skoytir hann upp í.
- Men so gjørdi nevndin í Framtaksgrunninum sjálv av, um hon lurtaði eftir politiska viljanum, tí tað skerst heldur ikki burtur, at Framtaksgrunnurin er ein sjálvsognarstovnur og at nevndin tískil er púra óheft av politiska viljanum.
- Men Bjarni Djurholm er tann politikari, sum stendur Framtaksgrunninum næstur og eg haldi ikki at tað er nakað løgið í, at hann sigur sína meining við nevndina, sigur Niels Winther Poulsen.
Hann leggur afturat, at Landskassin átti 93 milliónir hjá Framtaksgrunninum og eisini tí er tað nátúrligt, at landsstýrið hevur áhugað fyri virkseminum hjá grunninum.
Legði upp til samskifti við landsstýrið
Niels Winther Poulsen sigur enntá, at tá ið hann var formaður í Framtaksgrunninum, legði hann beinleiðis upp til eitt samskifti ímillum nevndina í Framtaksgrunnin og politiska myndugleikan.
- Sum ein liður í hesum samskift ímillum Framtaksgrunnin og Landsstýrið, høvdu vit minst ein, kanska tveir, fundir við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, har vit tosaðu um ymisk viðurskifti.
- Vit stóðu fyri at einskilja eina av landsins størstu fyritøkum. Eitt er teori og eitt er veruleikin og eg haldi, at tað var óhugsandi at einskiljingin kundi fremjast í verki, uttan at hava undirtøku fyri tí hjá politiska myndugleikanum.
- Gjørdu vit nakað, sum gekk ímóti politiska viljanum, eri eg sannførdur um politiski myndugleikin hevði lagt uppí, og so høvdu virði hjá Framtaksgrunninum sanniliga verið sett í vanda og tað kundi verið til stóran skaða hjá Fiskavirking.
- Tí haldi eg ikki annað enn at tað er heilt natúrligt, at politiski myndugleikin letur nevndina í Framtaksgrunninum vita, hvør tann politiski viljin er, sigur Niels Winther Poulsen