Nikael gjørdist partur av okkara tuberklasøgu

Tað er við sorgblídni, at skrivað verður um Nikael Thomsen, sum doyði 5. februar, 91 ára gamal.

Víst hevði hann rokkið ein høgan aldur, men til fyri kortum hevur aldur ikki sæst á honum. Afturat hesum var hann so skilagóður, sum altíð heitast kundi á, tá ið onkur spurningur kundi stinga seg upp.

Hann var eisini so fittur, positivur og góðsligur, at ein kundi ikki annað enn gerast góður við hann.

Nikael hevði eina stóra vitan. Ofta er tað ov seint, at spurt verður tey gomlu, um tað tey vita. Men í sambandi við, at Nikael fylti 90 ár tann 2. mai 2006 hevði FF-blaðið tvær ”Miðvikur”, har hann greiddi frá sínum lívi.

Serliga áhugverd var hansara frágreiðing um sínar royndir við tuberklum, har hann bæði hevði verið sjúklingur og seinni starvsmaður á sanatoriinum. Hetta er so mikið áhugavert, at hetta saktans kann vera partvíst endurgivið í samband við, at Nikael er farin.


Nikael var ættaður úr Syðrugøtu. Foreldrini vóru Anna, dóttir fyrstu niðursetufólkini í Rituvík, og Tummas har Niðri.


Tey fingu 7 børn: Per Martin, Palli, Niclas, Karl, Nikael, Karl, Frida og Símun. Eftir eru nú Símun, sum býr í Gøtu og Frida, sum býr í Havn. Hon er júst blivin 90 ár.


Nikael fór 17 ára gamal til skips í 1933 við "Tvey Systkin" hjá Absalon á Skála.


Hetta var ein góður kjansur at fáa tá í tíðini. Teir fóru til Grønlands og fingu upp í skipið. Inntøkan hetta árið var kr. 700. Tað var ikki so heilt galið, men kortini ikki nógv, tá hugsað verður um alla ta mongd, sum varð fiskað. Prísirnir vóru jú lágir, og hetta var beint tá ið tann stóra heimskreppan var.


Fekk tuberklar


Nikael var trý ár við "Tvey Systkin". Í 1935 gjørdist hann sjúkur av tuberklum.

Hann lá fyrst á hospitalinum, men varð síðan sendur niðan á Sanatoriið. Hann varð uttan iva smittaður umborð, tí hann hevði koyggju yvir manni, sum hostaði illa. Tað bar væl til at verða smittaður og gerast sjúkur sama túr, tí smittan kundi elva til sjúku eftir 6 vikum.


Hann slapp fyrstu ferð heim aftur í februar í 1936. Tað var eingin beinleiðis viðgerð. Sjúklingarnir skuldu fáa nógv og gott at eta, og teir skuldu hvíla seg nógv. Teir vóru eisini ofta uttanfyri, so teir kundu fáa nógva fríska luft. Eftir eina tíð kendi Nikael seg so mikið væl, at hann var roknaður fyri at vera frískur.



Komin norður aftur til Gøtu keypti Nikael ein lítlan lastbil og koyrdi ymiskt fyrifallandi sum t.d. við tøðum, sum tað var nógv til av tá á døgum. Hann koyrdi eisini fyri handilsmannin Jóan Elias Gregersen.


So gekk ein tíð, og tá vísti tað seg, at Nikael gjørdist sjúkur aftur. Hetta var í 1937. Hann var nevniliga farin at bløða gjøgnum munnin, og var hetta eitt vist tekn um, at tuberklarnir gjørdu vart við seg aftur.


Pusting


Hann fór til kanningar, og varð innlagdur í 9 mánaðir. Hann varð pustaður og var í teirri hepnu støðu, at hann kundi fáa hesa viðgerð.


Pusting var nærum einasta viðgerð móti tuberklum, áðrenn heilivágurin fekst seinast í 1940'unum. Hetta var gjørt við at blása luft inn í bróstkassan, soleiðis at tað sjúka lunga fall saman og lá stilt í eina tíð. Hetta skuldi geva lunganum betri hvíld til at lekjast.



At byrja við kundi ein kenna seg nakað trongan eftir pustingina, men hetta javnaði seg skjótt.


Tá ið hann kom heim til Gøtu, mátti hann fara til Havnar at verða pustaður. Pustingin skuldi endurtakast 14. hvønn dag, so lunga framvegis kundi liggja stilt, inntil tað varð frískt aftur.


Hallirnar


Nikael minntist sera væl gjósturin, sum altíð var á sanatoriinum. Vindeygu og hurðar stóðu altíð opin. Sjúklingarnir skuldu eisini út at liggja í hallunum, innballaðir í teppir.


Hallirnar høvdu allar navn. Eystan fyri sjúkrahúsið var Høsnahallurin tætt við høsnarhúsið, og vestanfyri var Tvasshallurin, har var altíð gjøgnumgongd. Hesar hallir vóru fastbygdir í sanatoriið. Uppi í brekkuni omanfyri hjallin var Piparhallurin. Síðan var tað Kongahallurin og Jomfrúhallurin. Teir komu, tá Nýggja hús kom. Hildið var tá á døgum, at tann fríska luftin var altumráðandi fyri tuberklasjúklingar, og læknin Lynge trúði fult og fast, at hetta var lekidómur. Hetta trúði Magnussen nú ikki so nógv uppá, og hann helt ikki, at tað var so umráðandi við so nógvum gjóstri.


Tá ið sjúklingarnir sluppu upp og út at ganga, mátti byrjast spakuliga. Fyrst sluppu teir at ganga eitt korter niðan undir Berg, niðan á Kortersteinin, harav navnið, so oman á Sokk og so oman á Boðanes. Eitt sindur longur fyri hvønn dagin, til teir ein dag sluppu heim.



Tuberklakanningarnar gjørdu munin


Tað vóru nógv, sum doyðu av tuberklum, men tað gekk ójavnt á. Tað vóru skip, har fleiri blivu sjúkir umborð. Tuberklakanningarnar av sjómonnum blivu tvungnar í apríl 1939. Føroyar vóru fyrsta landið, har hesar kanningar vóru lógásettar. Hetta gjørdi, at menn við tuberklum vórðu "fangaðir", áðrenn teir fóru avstað. Um ein sjúkur kom úr eini bygd, so gavst Vilhelm Magnussen ikki, fyrr enn hann hevði funnið smittukelduna.


Nikael verður so roknaður fyri at vera frískur í 1939. Hann gekk heima, so hann fór á háskúla og samstundis handilsskúla um kvøldarnar, og var hetta veturin 39/40.

Nikael fór at arbeiða eina tið hjá búnaðarfelagnum.



Portørur á hospitalinum


Teir søkja so einaferð eftir einum portøri til hospitalið, og Nikael helt, at hann skuldi søkja tað arbeiði, og hann fekk tað. Hetta hevur verið í 1941.


Arbeiðið sum portørur fevndi um alt møguligt. Umframt at vera portørar skuldu teir eisini taka sær av umvælingararbeiði, sum tørvur var á, og tað kundi til tíðir vera heilt nógv.


Hinir portørarnir vóru fastbúgvandi í Havn og fóru heim aftan á vanliga arbeiðstíð. Nikael búði á hospitalinum - niðri undir vaskarínum. Har var ein verkstaður og ein lítil stova, sum portørarnir plagdu at halda til í. Har svav hann, og tað vóru ofta boð send eftir honum um náttina.


Sum ein familja í Hoydalar


Í 1943 søkti Nikael niðan í Hoydalar. Umsóknin skuldi sendast løgtingsskrivstovuni. Tað var ein 5-manna løgtingsnevnd, sum hevði ábyrgdina av Sanatoriinum, og sum eisini setti fólk í starv. Nikael var valdur millum 8-9 umsøkjarar, og hann byrjaði í starvinum 1. mai 1943.


Á sanatoriinum var sentralvarmi við dampi. Men ketilin varð sløktur hvørt kvøld, og so mátti kykast aftur um morgunin. Brennið var koks og kol, og tað var nógv stríð av tí. Men so fór Nikael at royna at lata ketilin ganga alla tíðina. Hetta lætti sera nógv um.


Nikael skuldi eitast at vera maskinmaður, men arbeiðið fevndi um alt møguligt. Hann var eisini handverkari í húsinum. Gøtur, gongubreytir og kloakkir skuldu haldast. Harafturat skuldi hann røkja urtagarðin, passa høsnini, hjálpa at fáa matin til sættis, kryvja fisk, hagreiða grind, fletta seyð og neyt, og til jóla - royta gæs.


Og so vóru eisini heilt serligar uppgávur. Einaferð skuldi Magnussen hjálpa einum djóragarði í Danmark at fáa nakrar súlur. Tær fekk hann úr Mykinesi, áðrenn tær vóru floygdar. Tær gingu so í Hoydølum, til tær vórðu sendar til Danmarkar.


Annars kendu øll seg sum eina familju í Hoydølum. Her var gott samanhald, eisini millum sjúklingar og starvsfólk.


Nikael var einsamallur í starvinum at byrja við, men seinni fekk hann onkran afturat sær.


Nógv samband við sjúklingarnar


Ta fyrstu tíðina vóru húsini full av sjúklingum. Tað kundu vera 53 sjúklingar í Hoydølum. Hetta vóru ofta menn upp á sítt frægasta. Serliga vóru útoyggjarnar ”væl” umboðaðar, sum Skúvoy, Mykines, Fugloy og Svínoy.


Nikael hevði nógv samband við sjúklingarnar. Á sanatoriinum var ein verkstaður, har sjúklingarnir gjørdu ymiskar skreytlutir úr hvalatonn og ymiskt úr træi: modellskip, bátar, dukkuhús og mangt annað. Royndirnar her skaptu ofta monnum møguleika at fáa livibreyð aftan á, at teir vóru slopnir av sanatoriinum.


Eisini var ymiskt til ítrív. Tey spældu kort, telvaðu, spældu bobb og billiard, so tað var altíð okkurt á skránni. Ofta var Nikael tøkur, tá tað manglaði ein makkari til kortspæl.

Nikael kundi ikki siga, at hann vanliga kendi meg nívdan í Hoydølum. Sjúklingarnir dugdu væl at bera seg. Teir vóru ofta í góðum lag og høvdu okkurt at takast við. Onkrir vóru tunglyntur, meðan aðrir vóru lættsintir.


Tá ið onkur gjørdist frískur, frøddust øll. Onkur streyk eitt tár og ynskti, at tað var hann, sum varð vorðin frískur.


Sjúklingarnir høvdu eitt felag, sum eina ferð árliga fekk loyvi at selja lutaseðlar. Teir plagdu at venda sær til handlar um at stuðla við onkrum gávum. Men flestu lutirnar gjørdu teir sjálvir. Menninir gjørdu lutirnar á verkstaðnum, og kvinnurnar bundu, heklaðu, seymaðu og broderaðu. Har var mangt vakurt plaggið gjørt, og lutaseðlarnir gingu "sum heitt breyð". Peningurin fyri søluna varð nýttur til frama fyri sjúklingarnar.



Kundi ikki gloyma røddina frá operatiónini!


Í 1944 giftist Nikael við Jóhonnu Sofíu úr Vestmanna. Hon byrjaði í 1937 sum sjúkrasystranæmingur og var liðug í 1940. Tey komu at kennast, tá ið hann var innlagdur á hospitalinum. Tá hann varð opereraður fyri blindtarmsbruna, var hon á operatiónsstovuni, og hon helt í hondina á honum. Nikael helt, at hon hevði so vakra rødd, so hon fór ikki frá honum!

Tá Nikael aftur fór at arbeiða sum portørur á hospitalinum fóru tey at koma saman. Hon kendi eisini til tuberklarnar, tí systir hennara var deyð av tuberklum.


Tey fingu trý børn í fýra ár, og var hon heima hesa tíðina og fór so aftur at arbeiða.



Ræddust ikki tuberklarnar



Tað vóru nógv, sum komu á økið hjá sanatoriinum, men tað løgna var, at eingin bleiv sjúkur. Her hevur tað eisini havt sín týdning, at tey, sum arbeiddu á sanatoriinum, skuldu hava pluss, sum merkti, at andevni longu var í kroppinum.


Sjúklingarnir fingu nokk so ofta vitjan, og havnarfólk fóru ofta spákingartúr framvið sanatoriinum. Her var jú vegur - eisini oman á Boðanesi. Tað var eisini hugaligt hjá sjúklingunum at síggja fólk ganga framvið uttan at ræðast.


Ofta var tó dapurt. Magnussen visti um, at eina ferð stóðu trý undir børu í senn.


Nikael minnist eisini væl Mikkjal á Ryggi, sum doyði í Hoydølum. Hann var tvær ferðir sjúklingur á sanatoriinum. Hann gjørdist nakað gloymskur móti endanum. Tað vóru nógv, sum vitjaðu hann, men aftan á plagdi hann at spyrja: "Hvør var hasin sum vitjaði?" Hann hevði Fuglabókina við sær og plagdi at tekna fuglar.


Sanatoriið niðurlagt og studentaskúli kemur í staðin


Seinast í 40-unum og fyrst í 50-unum byrjaði tað at minka við tuberklunum.

Tá var tað eisini at vaksinan kom. Santoriið varð niðurlagt sum slíkt, og tað gingu nakrir mánaðir, har tað var mannleyst. Nikael hevði tá møguleika at fara til Havnar, tí Bonnivie, sum var umsjónarmaður á hospitalinum, bjóðaði honum portørstarvið aftur. Men hann hevði hug at vera verandi í Hoydølum, so hann fekk tá til arbeiðis at ansa eftir bygningunum har uppi.


Tað var skjótt, at skúlamyndugleikarnir fingu áhuga fyri at flyta studentaskúlan niðan higar.


Her máttu eisini útskiftingar gerast í sambandi við, at bygningarnir skuldu brúkast til skúla. Svinghurðarnar blivu skiftar út við vanligar hurðar. Í hesum lá eisini ein ræðsla fyri, at smittan kundu hanga við. Tí varð eisini alt vaskað væl og virðiliga.


Fyrstu studentsprógvini í Hoydølum


Tá skúlaárið 1961/62 endaði, vildi Christian Haraldsen, settur rektari á skúlanum, sleppa at handa prógvini í Hoydølum. Nikael hevði fyrireikað alt so væl. Hann hevði gjørt gøtuna góða og gjørt brúgv av bræddum pelum út á gomlu krokkplenuna. Tey munnu vera mong, sum minnast hesa løtuna, og fleiri teirra, sum fingu prógv hendan dagin, gjørdust kend fólk í samfelagnum. Ein av teimum var Helena Samuelsen. Hon minnist, at tá ið studentarnir høvdu fingið prógv og Haraldsen hevði hildið røðu, bjóðaðu Nikael og konan øllum til borðs í spísistovuni í Nýggja húsi.


Aftan á summarfrítíðina í 1962 flutti studenta- og preliminerskúlin niðan í Hoydalar. Gamla sanatoriið varð gjørt til skúla og Nýggja hús var kostdeild. So var aftur lív í dalinum. Maskinmeistarin á tuberklastøðini varð settur skúlatænari í somu húsum.

Tað eru mong yngri fólk, sum minnast Nikael frá hesi tíðini. Ein av teimum er Heri Joensen, prestur, sum talaði yvir Nikael í Hoyvíkar Kirkju. Tað var stuttligt at hoyra, hvussu góð minni hann hevði um Nikael.

Arbeiðið broyttist nakað men ikki so nógv kortini. Nikael helt alt í góðum standi, sum hann var vanur.



Tíðin sum pensjonistur


Nikael segði, at um hann ikki hevði fingið tuberklar, so hevði hann helst verið sjómaður burturav. Honum hevur altíð longst eftir sjólívinum, og hann hevur notið nógvar góðar løtur á útróðri, og túrarnir við kalvalínuni við Vilhelm Magnussen eru nakrar av teimum bestu løtunum hann minnist.

Tað kann verða skoytt uppí her, at Nikael hevur smíðað sín egna bát. Hetta er ikki hvønn mans føri og sigur nakað um handalagið.

Seinastu árini sá hann tað eisini sum eina kærkomna uppgávu at læra langabbasynirnar at fletta og hagreiða skurðin.


Nikael vitjaði eisini javnan í Undirhúsinum í Vágsbotni, har hann hugnaði sær saman við teimum, sum koma har.

Tað var stuttligt at koma at kenna Nikael. Hann er ein av teimum, sum vit, ið kendu hann, koma at minnast við takksemi.


ó.